Leita á in.fo

Sagt verður, at Loranstøðin á Eiði, og støðin á Kollinum, høvdu stóran týdning. mynd: loran-history.info

Áki Bertholdsen 04.12.2018 (14:42)

Vita einki um virksemið á Eiði undir krígnum

Danskir myndugleikar hava einki tilfar um virksemið á loranstøðini á Eiði undir seinna heimsbardaga. Tað hevur ríkisumboðið, Lena Moyell Johansen, ríkisumboð, upplýst í Løgtinginum í dag.

 

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur biðið hana kanna um tað finnast nakrar ætlanir, tekningar ella yvirlit um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga. Og er nakað slíkt tilfar til skjals, spyr Edmund Joensen, um tað er alment, og um tað kann latast føroyingum í varðveitslu.

 

– Tað hevur stóran áhuga, bæði søguliga og nú, ferðastreymurin til Føroya økist í stórum, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir seinna veraldarbardaga, her serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli, sigur Edmund Joensen.

 

Henn heldur, at tilfarið kann brúkast í undirvísing og sum kunning til ferðfólk, serlig tí at nógvar søgur ganga um at støðin á Eiðiskolli var eitt av týdningarmestu útsýnisstøðunum á norðurmótinum.

 

Men Lena Moyell Johansen sigur, at danska verjumálaráðið hevur einki tilfar um tíðina fyri 1992 og tey hava heldur ikki funnið nakað tilfar, sum kann svara spurningunum.

 

Alt tilfarið um tíðina fyri 1992, er latin danska ríkisskjalasavninum, men har hava tey bara funnið eittans skjal um loranstøðina á Eiði, men tað skjalið var púra óviðkomandi fyri spurningarnar frá Edmundi Joensen, sigur hon.

 

www.loran-history.info/ejde/ejde.htm


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her