VM í hondbólti: Danmark hólvaði Tunis av

Donsku hondbóltskvinnurnar tóku skjótt dirvið frá tunesisku kvinnunum, sum blivu hólvaðar av við 18 málum í HM kappingini í Týsklandi í kvøld.

 

Eftir at hava tapt fyrsta dystin ímóti Montenegro hevur liðið nú vunnið tveir dystir í bólki C, tá tær vunnu 37-19 í Oldenburg.

 

Við stórsigri yvir Japan og Tunis hevur Danmark kós ímóti áttandapartsfinalunum, men einki er avgjørt, fyrr enn síðstu dystirnir ímóti Brasilia og Russlandi eru spældir.

 

Í byrjanini á dystinum eydnaðist størstu stjørnini hjá Tunis, Mouna Chebbah, at halda liðið á 3-3.

 

Men so stongdi danska verjan, og Danmark dró frá.

 

Tunesiskar villur góvu dønum eitt kontra fyri og annað eftir.

 

Serliga var tað danska bakketan við Stinu Jørgensen, Mette Tranborg og Line Haugsted, sum eydnaðist væl, og tær royndu at halda Tunis frá at skora í 13 minuttir og øktu til frá 5-4 til 11-4.

 

Hørðu donsku taklingarnar merktu eisini tunesisku stjørnina Chebbah, sum brendi eitt brotskast, tá tær vóru afturúr 4-7. Tann mótleysa Chebbah skeyt dygst oman fyri málið.

 

Klavs Bruun Jørgensen skifti óført út við leikarunum, so tær flestu vóru á vøllinum.

 

Nógvu útskiftingarnar broyttu ikki danska yvirræðið. Verjan stóð skørp, og í álopinum lá væl fyri hjá Linu Jørgensen at hamra bóltarnar í málið.

 

Line Grigel, sum varð spard stóran part av dystinum sunnudagin ímóti Japan, kláraði seg eisini væl. Grigel fann nógv hol í tunesisku verjuni, og hon víðkaði donsku føringina fleiri ferðir.

 

Flestu donsku málini komu gjøgnum miðuna, men í seinna hálvleiki fingu Fie Woller og Simone Bøhme á donsku vongunum eisini lut í málveitsluni.

 

Tilsamans 12 danskir leikarar komu á máltalvuna. Tíverri fyri Louise Burgaard mátti hon haltandi av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at hava koygt fótin.

 

Mikudagin skal Danmark aftur á vøllin fyri fjórðu ferð í fimm dagar, tá Brasilia bíðar.

 

Heimsmeistararnir frá 2013 eru ikki har, tær hava verið. Sunnudagin megnaðu tær bara at vinna við einum máli á Tunesia.

 

Fríggjadagin bíðar Russland í tí, sum kann gerast ein bólkafinala. Russland hevur fult stigatal eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar.

 

Danmark hevur fýra stig á ørðum plássi, meðan Brasilia og Japan eru í hølunum við trimum stigum.

 

Montenegro er púra fyri ongum eftir at tær vunnu fyrsta dystin ímóti Danmark, og tær eru bara skrivaðar fyri tvey stig. Tunis er aftast við ongum stigi.

 

Fýra tey bestu liðini av seks í bólki C fara víðari til ottandapartsfinalurnar.

 

/ritzau/