Vokswagen mest seldi bilur í Føroyum í ár

Volkswagen heldur gongdina, hann hevur havt seinastu árini, um at vera tað bilmerki, sum føroyingar keypa mest av

Volkswagen heldur gongdina, hann hevur havt seinastu árini, um at vera tað bilmerki, sum føroyingar keypa mest av.

 

Fyrsta mánaðin av nýggja árinum var Volkswagen soleiðis mest seldi bilur við 27 nýggjum bilum.

 

Tað vísa hagtøl frá Aktstovuni

 

Volkswagen var eisini mest seldi bilur í fjør og fyrraárið. Tá vórðu seldir ávikavist 348 pg 328 nýggir Volkswagen bilar í Føroyum.

 

Toyota, sum plagar at liggja ovast í sølutølunum, er tó í hølunum á Volkswagen við 24 bilum.

 

Tað eru nú trý ár síðani, at Toyota seinast var mest seldi bilur í Føroyum. Síðani 2008 hevur Toyota seks ferðir ligið á fremsta plássi. Annars hevði Citroen nøkur góð ár, og var mest seldi bilur í 2012, 2013 og í 2015.

 

Mest seldu bilmerkini í Føroyum fyrsta mánaðin í ár eru hesi:

 

 

 

VOLKSWAGEN

27

TOYOTA

24

RENAULT

21

MITSUBISHI

14

FORD

11

KIA

10

MERCEDES-BENZ

9

PEUGEOT

8

VOLVO

8

NISSAN

7