Volkswagen heldur støðuna sum mest seldi bilur

Aftur í februar og eisini higartil í ár er Volkswagen mest seldi bilur í Føroyum.

 

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp støðuna, nú fyrstu tveir mánaðirnir eru farnir av árinum.

 

Volkswagen, sum var mest seldi bilur í Føroyum í fjør, liggur á fyrst plássið við 63 seldum bilum. Á øðrum plássi kemur Renault við 55 og Toyota á triðja plássi við 50 seldum bilum.

 

Raðfylgja fyri bilasøluna í februar er næstan hin sama. Volkswagen á odda við 36 bilum, síðani Renault við 34. Men í februar er Ford nummar trý við 28 bilum, meðan Toyota endar á fjórða plássi við 26 seldum nýggjum bilum í februarmánaði.

 

10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

63

RENAULT

55

TOYOTA

50

FORD

39

VOLVO

24

MERCEDES-BENZ

23

MITSUBISHI

23

NISSAN

22

KIA

14

SUZUKI

13

 

10 tey mest seldu bilmerkini í februarmánaði í ár:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

36

RENAULT

34

FORD

28

TOYOTA

26

VOLVO

16

NISSAN

15

MERCEDES-BENZ

14

MITSUBISHI

9

SUZUKI

8

BRENDERUP

7