Volkswagen mest seldi bilur í ár

 

Best umtókti bilurin í Føroyum higartil í ár er Volkswagen. Tað vísa nýggjastu tølini frá Akstovuni.

 

Í marsmánaði í ár vórðu seldir 39 Volkswagen, 22 Kia og 22 Toyota, sum vanliga plagar at liggja á ovasta plássi.

 

Taka vit bilasøluna higartil í ár, so liggur Volkswagen eisini fremst. Higartil á ár eru seldir 80 Volkswagen bilar, sum gevur týsku bilaverksmiðjuni fremsta plássið – men beint í hølunum kemur japanska Toyota við 77 seldum nýggjum bilum higartil í ár.

 

Á triðja plássi higartil í ár kemur franska Renault, sum hevur selt 60 nýggjar bilar í Føroyum í ár.

 

Bilasølan í mars mánaði sær soleiðis út:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

39

KIA

22

TOYOTA

22

RENAULT

20

NISSAN

19

FORD

18

VOLVO

15

HONDA

10

SUZUKI

10

DACIA

8

 

 

 

Hetta er bilasaølan tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár:

 

FRÁ 1.jan. til og við 2018-03

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

80

TOYOTA

77

RENAULT

60

NISSAN

46

FORD

44

VOLVO

41

KIA

38

CITROEN

31

PEUGEOT

30

MITSUBISHI

25