Volvo mest seldi bilur í november

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at fyri fyrstu ferð er Volvo mest seldi bilur í Føroyum. Tað var hann í øllum førum í november sambært hagtølunum hjá Akstovuini.

 

Í november eru seldir 28 Volvo. Á øðrum plássi og nakað væl aftanfyri er Volkswagen, sum seldi 20 bilar.

 

Rúni M. Djurhuss, stjóri hjá Wenzel er sum vera man fegin um góðu sølutølini. Hann sigur, at Volvo er komin við nøkrum nýggjum og flottum modellum og vísir á, at serliga eru seldir nógvir V40, XC40, V60 og XC60.

 

– V40 modellið hevur nøkur fá ár a baki, meðan XC60 kom í fjør, XC40 og V60 komu í ár, sigur hann.

 

Volvo hevur vunnið fýra heiðrar seiastu árini.

 

– XC90 vann heiðurin sum mest sexy bilur. XC40 vann heiðurin sum ársins bilur í Evropa, og fyrr í ár gjørdist XC60 »Car of the year world« í New York, greiðir Rúni M. Djruhuus frá.

 

– Og so seint sum í síðstu viku beliv V60 kosin ársins business bilur, sigur hann og leggur afturat, at tey hava eisini brúkt nógva orku upp á at marknaðarføra Volvo í ár.

 

– Eisini hava nogvir hýruvognseigarar valt Volvo, sum jú er kent fyri trygdina, sigur Rúni. M. Djurhuus.

 

Hesi 10 bilmerkini seldur mest í novembermánaði:

Bilmerki

Akf.tal

VOLVO

28

VOLKSWAGEN

20

CITROEN

17

RENAULT

17

NISSAN

15

TOYOTA

15

FORD

12

MITSUBISHI

12

KIA

11

PEUGEOT

8