Vóna at vindur og flóð fara at hjálpa

Ísfjallið við Innaarsuit flutti seg í gjár nakað norðureftir og burtur frá havnarøkinum við bygdina

Ísfjallið við Innaarsuit flutti seg í gjár nakað norðureftir og burtur frá havnarøkinum við bygdina

 

Løgreglan vónar nú, at sunnanvindur og flóð fara at hjálpa til soleðis, at ísfjallið fer at reka enn longur frá bygdini.

 

Tað sigur Karl Sværd, fjølmiðlatalsmaður hjá grønlendsku løgregluni, við grønlendska kringvarpið KNR.

 

– Veðurvánirnar vísa, at tað verður strúkur í vindi upp í hvasan vind av suðuri, og tað er serliga høg flóð í dag, sigur hann.

 

Bjargingartilbúgvingin í Avanaata Kommunia hevur sett eina trygdarsonu í bygdini. 33 borgarar eru fluttir av staðnum og fluttir til hægri økið í bygdini, sigur hann.

 

Sjóverjuskipið Knud Rasmussen er á veg til bygdina og væntast at vera frammi klokkan 14. Tað skal liggja klárt, skuldi verið áfatt.

 

– Vit skulu vera í økinum og vera klár, um tað ringasta skuldi hent, sigur Jakob Rousøe, leiðari hjá Arktisk Kommando.

 

Hann upplýsir, at Challengerflogfar hjá Arktisk Kommando um middagsleitið fer at flúgva yvir økinum fyri at taka myndir av ísfjallinum. Myndirnar skulu brúkast hjá serfrøðingum at meta um, hvussu stórt ísfjallið er.

 

Tyrla er eisini send til Ilulissat úr Kangerlussuaq, sum er til reiðar at hjálpa, skrivar KNR.