Vónsvikin av sínum egnu tingmonnum

Tey í ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum eru sera misnøgd við teir báðar løgtingsmenninar hjá flokkinum á Tvøroyri, Kristin Michelsen og Bjarna Hammer. So misnøgd, at tey hava sent út alment skriv, har tey alment átala framferðina hjá teimum báðum.

 

– Vit standa nú vónsvikin og kunnu bara hyggja at, meðan semja aftan á semju verður brotin av limum úr okkara egna flokki. Hesir spenna bein fyri, at fólksins ríkidømi fer frá at vera á fáum hondum til at vera ein munandi hornasteinur, sum skal fíggja vælferðina í hesum landinum.

 

– Sosialistisk Ung vísa á sína ónøgd við framferðarháttin hjá Kristini Michelsen og Bjarna Hammer. Tað klæðir ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at hetta uppskotið fellur til jarðar. Og tað klæðir so avgjørt ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at skríggjandi neyðin hjá pørtum av samfelagnum skal halda fram, meðan fáir vinnulívsaktørar liva feitt av fólksins ogn, siga tey ungu í Javnaðarflokkinum.

 

TRÝST HER fyri at lesa viðmerkingina frá Sosialistiskum Ungum.