Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.09.2017 (08:30)

Vóru runt í Klaksvík og stjólu súkklur

Løgreglan í Klaksvík hevur havt sítt stríð í nátt av útlendskum sjómonnum, sum hava gjørt um seg.

 

Í fyrstu atløgu varð løgreglan boðsend tí ein sjómaður leikaði í inni á einum skeinkistaði, har hann breyt ein rút.

 

Løgreglan kom á staðið og koyrdi hann umborð aftur á skipið. Men skjótt varnaðist løgreglan, at hann hevði verið í lag við tveir landsmenn og skipsfelagar, og hesir báðir høvdu verið eina rundferð í Klaksvík, har teir høvdu stolið súkklur, sum teir ætlaðu at tak við sær umborð. Tað var helst í Ánunum, og har um vegir, at teir gjørdu um seg, men kanska hava teir verið aðrastaðni eisini.

 

Tá ið løgreglan tók teir, høvdu teir stolið minst seks súkklur, men talan kann vera um fleiri, so er tað nakar í Klaksvík, sum manglar eina súkklu í morgun, heitir løgreglan á tey um at siga frá.

 

Teir báðir útlendsku sjómenninir eru handtiknir og eru á støðini, og í slíkum førum er vanligt at teir verða útvístir úr Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið.