Voxbotn koyrir fyri fullum drøni

Síðani klokkan 15 hevur konserttiltakið Voxbotn koyrt í Vágsbotni í Havn fyri fullum blussi. Tiltakið er frá 3 til 3 og endar sostætt klokkan 03 í nátt

Síðani klokkan 15 hevur konserttiltakið Voxbotn koyrt í Vágsbotni í Havn fyri fullum blussi. Tiltakið er frá 3 til 3 og endar sostætt klokkan 03 í nátt.

 

Nógvur livandi tónleikur er á skránni umframt bryggjudansur og spæliland við hoppiborgum v.m. til børn. Grill-, mat- og øltelt við sitiplássum verða sett upp og har er hugni við útigrill, café, tónleiki og undirhaldi allan dagin og langt út á náttina.

 

Tveir pallar eru á økinum.

Bólkarnir og einstaklingarnir sum framføra verða avdúkaðir so hvørt fram til tiltakið byrjar.



 

Fyrsta Voxbotn tiltakið var 30. juni 2012, tá Medina var einasta útlendska høvuðsnavnið. Síðani tá er tiltakið bara vorðið størri og størri – nú við eini rúgvu av bæði útlendskum og føroyskum nøvnum.



 

Nøvn, sum hava verið á Voxbotn, eru m.a. Otto Knows, John Martin og Michel Zitron frá Swedish House Mafia, U.D.O., Eagle Eye Cherry, L.O.C., Return, Starship, Medina, Nik & Jay, Legends of Iron Maiden, Carpark North, Týr, Eivør, 200, Swangah, Byrta, Safir, Páll Finnur Páll, Stanlay Samuelsen, Eyðun og Terji, Martin Joensen, Kári P. og eina rúgv av øðrum kendum nøvnum.

Tað hevur verið útselt øll árini til Voxbotn.

 

Høgættin í Havn er góð, og tað er turt í Vágsbotni. Sambært veðurforsøgnunum, so verðu hann høgur í kvøld og í alla nátt. Kanska eitt lítið ælstroyggið kemur um níggjutíðina – men tað man neyvan fara at bila, so útlit eru til eitt sera gott kvøld og sera góða nátt í Vágsbotni.