Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 13.09.2018 (17:30)

Vann 72 milliónir: Orð kunnu ikki lýsa kensluna

- Eg havi kempað fram ímóti hesum í fleiri ár. At vera undirmettur og so vinna alt, var ein øgiliga feit uppliving, sum orð slett ikki kunnu lýsa, sigur nýklækti heimsmeistarin Jóhan Sundstein, sum hevur mammu úr Klaksvík og pápa úr Havn. 

 

Hann verður heiðraður sum ein hetja, og hann tjenar milliónir uppá at gera tað, hann elskar mest – at spæla teldu. Hann hevur spælt spøl, síðan hann dugdi at ganga og kann í dag kalla seg heimsmeistara saman við liði sínum, sum júst hevur vunnið 72 milliónir krónur.

 

Telduspælið, sum 24 ára gamli Jóhan Sundstein spælir, kallast Dota 2, og hann hevur eftir hondini vunnið nógvar milliónir av at spæla júst hetta telduspælið.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa alt um, hvussu yrkisleið hansara byrjaði, bundni og hvussu tað er at hava fleiri túsund fjepparar kring allan heimin.  

 

- Eg skulkaði kanska av og á frá skúlanum fyri at fara oman á lokalu net-kaféina at spæla, viðgongur Jóhan Sundstein, tá hann fortelur um byrjanina til sermerktu yrkisleið sína.

 

Heimsmeistarin hevur eisini akkurát sett sær eitt nýtt mál, sum eingin hevur klárað fyrr. Tað kanst tú eisini lesa alt um í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur í búðirnar í kvøld.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her