Waag nýtt Renault og Dacia umboð í Føroyum

Tað er nú bilasølan Waag, sum umboðar bilmerkini Renault og Dacia í Føroyum

 

– Fyri nøkrum mánaðum síðan fekk Waag eitt óvæntað tilboð um at gerast nýtt Renault og Dacia umboð í Føroyum, og eftir at hava hugsað okkum væl um, valdu vit at taka av tilboðnum. Hetta eru tvey væl umtókt bilmerki, sum hava havt stóra framgongd seinastu árini, og vit hava tí stórar vónir til Renault og Dacia.

 

Tað sigur Pauli Waag, stjóri á bilasøluni P/F Waag, sum frammanundan umboðar Citroën, Mercedes og Mitsubishi.

 

– Renault hevur eitt breitt og fjølbroytt úrval av modellum at bjóða, m.a. framkomnar elbilar til heilt rímiligar prísir. Elbilarnar síggja vit sum eina spennandi avbjóðing, tí visjónirnar við elbilum í Føroyum er stórar og eftirspurningurin eftir elbilum í Føroyum fer tí heilt vist at vaksa, sigur Pauli Waag.

 

– Enn eru Dacia bilarnir ikki so væl kendir her heima. Dacia bilarnir eru framleiddir við Renault deilum og væl royndari Renualt tøkni, men Dacia bilarnir eru væl bíligari enn Renault. Dacia kann best lýsast sum ein lágprís útgáva av Renault. Dacia bilarnir hava havt stóra framgongd og eru vorðnir ser væl umtóktir aðrastaðni, og soleiðis vænta vit eisini at tað fer at verða her hjá okkum, sigur Pauli Waag at enda.