Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 19.03.2017 (08:31)

Watson: Eg eri deyður

- Í dag fann eg út av, at eg eri deyður. 


Soleiðis byrjar Paul Watson, leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd, ein post á sínum Facebook-vanga.

- Eg var álopin av hávum og doyði. Tað stóð á internetinum, so tað má passa, skrivar hann.

Watson sipar til eina grein á einum følskum internetmiðli, sum skrivar, at Paul Watson varð álopin av hávum og doyði av løstunum, hann fekk.

- Hetta eru følsk tíðindi, sum eru løgd út av hávahatarum í indiska havinum, og eg ivist ikki í, at summi fólk trúgva tí. Eg gleði meg til at fáa blómur og samkensluskriv, skrivar Paul Watson.

- Um eg eri deyður, merkir tað so, at eg ikki skal gjalda skatt longur. Her eru kanska onkrir fyrimunir, skrivar hann.