WikiLeaks stovnarin sleppur nú leysur

Svenski ákærumynduleikin sleppur nú ákærunum ímóti WikiLeaks-stovnarunum, Julian Assange, og harvið boðunum um at handtaka mannin.


Tað skrivar svenska blaðið Expressen.

46 ára gamli Julian Assange úr Avstralia hevur síðani 2006 verið kendur sum talsmaður fyri WikiLeaks, sum er ein whistleblower-felagsskapur á internetinum. Serliga kendur er felagsskapurin fyri at leka skjøl við upplýsingum um kríggi í Afganistan, Irak-kríggið og ymiskt tilfar frá amerikanskum sendimonnum.

 

Seinastu fimm árini hevur hann krógvað seg á sendistovuni hjá Ekvador í London, tí svenska løgreglan hevur sent út boð um at handtakan hann, tí hann er skuldsettur fyri neyðtøku í Svøríki í 2010. Julian Assange er bangin fyri, at verður hann handikin í Svøríki verður hann latin amerikanskum myndugleikum – og tí hevur hann hildið seg inni á sendistovuni í London hesi fimm árini.