Wolfgang og Guðrið Hansdóttir á Voxbotn 2017

Nú eru enn fleiri nøvn komin á plakatina hjá Voxbotn 2017, sum verður 24. juni. Fyriskipararnir kunngjørdu í gjár, at Mads Langer verður eitt av nøvnunum og í morgun er kunngjørt, at bæði Wolfgang og Guðrið Hansdóttir fara á pall á ársins konsertdegi.

 

Wolfgang trein inn á føroyska rokkpallin sum eitt snarljós fyrst í nítiárunum og var millum fremstu rokkbólkar øll nítiárini. Tríggir av limunum í bólkunum stovnaðu bólkin Týr, sum í dag er fremsti altjóða føroyski tónleikabólkurin. 

 

Rokkbólkurin Wolfgang lá í dvala í næstan 20 ár, men 15. oktober í fjør fór bólkurin á pall aftur fyri fyrstu ferð í 20 ár við somu manning, ið spældi saman fyri fyrstu ferð í 1996. Hetta hendi á stórslignu søguligu rokk konsertini í Løkshøll. 

 

Nú verða so rokkararnir úr Wolfgang at hoyra niðri í Vágsbotni í summar, har teir uttan iva fara at fáa rokkarafjøldina upp á kók. Teir í manna Wolfgang eru Heri Joensen, Gunnar H. Thomsen, Bergmann Finnsson, Henning Nicodemussen og Einar Jacobsen.

 

Guðrið Hansdóttir á Voxbotn 2017

Guðrið Hansdóttir er uttan iva ein av mest virknu og dugnaligu føroysku songkvinnum, sum vit hava í Føroyum. Hon hevur síðan fyrstu útgávu í 2007 spælt seg langt inn í okkara hjørtu, har hon hevur bergtikið okkum við øllum sínum útgávum og tónleikaframførslum.

 

Hon hevur eisini lagt føroyskar konsertáskoðarar fyri sínar føtur, sum partur av Byrta. Seinastu árini hevur Guðrið havt nógvar solo-konsertir - bæði í Føroyum og kring Evropa. Og við sínum mongu løgum og fløgum hevur hon ríkað tann føroyska sangskattin. Nýggjast útgávan hjá Guðrið kallast “Painted Fire”, og kom út í heyst í fjør.

 

Umframt Guðrið Hansdóttir og Wolfgang, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig, Mads Langer, Gulddreng, Martin Jensen og Signar í Homrum eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

 

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu um hesa tíð, og tí vænta fyriskipararnir, at tað aftur hesaferð verður útselt lang áðrenn tiltakið fer at byrja. Summi sølustøð er longu útseld.