Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 12.01.2019 (15:55)

Woodstock: 50 ára endurreisn

50 ár eru liðin síðani kenda Woodstock tónleikafestivalin, og nú verður høvi at minnast legendariska festivalin, sum verður endurreistur enn einaferð í eini minnisútgávu.

 

 

Tað er ein av upprunaligu stigtakarunum, Michael Lang, ið ber tíðindini. Festivalurin verður í døgunum 16. – 18. august. Pláss er ikki á upprunastaðnum, har festivalurin varð hildin í 1969. Hetta var í býnum Bethel í statinum New York. Í staðin verður festivalurin hildin í Watkins Glen, ið er nakrar hundrað kilometrar burtur, men framvegis í statinum New York. Hetta er staðið, har Summer Jam var í 1973.

 

 

Enn er ikki upplúst, hvør fer á pall, men ætlandi fara fremstu tónleikanøvnini í dag at framføra, men eisini fer onkur teirra, ið var við í 1969, á pall fyri at blása lív í farnar løtur.

 

 

Upprunaligi festivalurin hevði kend nøvn á breddanum, til dømis Jimi Hendrix, Janis Joplin, The Who og Greatful Dead. Eini 400.000 vitjaðu festivalin.

 

 

Fleiri ferðir hava minnisútgávur verið av Woodstock festivalinum, tá árstalið hevur borið boð um, at runt tal hevur givið høvi til tess, t.d. í 1979, 1989, 1994 og ’99 og í 2009.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her