Í dag eru 10 ár síðani, at yngsta landið í Evropa, Kosovo, lýsti seg sum fullveldi eftir loysing frá Serbia.
Nøkur fakta:
– Kosovo lýsir seg sum sjálvstøðugan stat tann 17. februar 2008
– Kosovo, sum í vídd er á leið átta ferðir so stórt sum Føryar, er ein fyrrverandi serbiskur landspartur í Joguslavia. Har búgva um 2,2 milliónir fólk.
– Á vári í 1999 leyp Nato á økið í tí, sum fyrr var Joguslavia, fyri at steðga hópjagstran av teimum umleið tveimum milliónunum etnisku albanarunum í Kosovo.
– Í juni 1999 varð Kosovo eitt ST-protektorat undir leiðslu av UNMIK (United Nations Mission in Kosovo). Stór ábyrgdarøki vórðu í 2008 latin ES og felagsskapinum Eulex, sum hevði eftirlit við dómstólum, løgreglu og tollmyndugleikum.
– Landsins forseti er Hashim Thaçi. Hann er fyrrverandileiðari fyri Kosovo-albanska frælsisherin.
– 115 lond hava viðurkent óhefta Kosovo. Men Serbia metir økið fyri at vera ein serbiskan landspart.
/ritzau/