Leita á in.fo

Tað eru nú 133 dagar, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heiminum í Lørenskog í Noregi. Mynd: VG (privatar)

Vilmund Jacobsen 13.03.2019 (23:57)

Ynskja meiri pening til Hagen-málið

Løgregluøkið í Noregi, sum gongur á odda í leitingini eftir horvnu Anne-Elisabeth Hagen, ynskir nú, at Politistýrið (POD) játtar meira pening til arbeiðið at greiða málið.

 

- Tað er eitt munandi tal av fólki, sum arbeiðir við málinum, og vit vilja halda dampinum uppi, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við NRK.

 

Tað eru nú 133 dagar, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heiminum í Lørenskog í Noregi, og síðan er einki lívstekin komið frá henni. Nú ynskir so hetta løgregluøkið meira pening til uppkláringararbeiðið, sum hevur verið rættiliga krevjandi.

 

- Vit fyrireika nú eina áheitan á Politistýrið (POD) um at fáa eyka hjálp fyri at greiða teir kostnaðir, sum eru knýttir at arbeiðinum. Nú vit eru í einari tilgongd at orða áheitanina, hava vit fyribils ongar viðmerkingar til ítøkiliga partin av málinum, sigur Tommy Brøske.

 

Kanningarleiðarin vil ikki siga, hvussu mong arbeiða við málinum um horvnu Anne-Elisabeth Hagen beint nú, men hann sigur kortini, at hetta er eitt munandi tal av fólki.

 

Sambært NRK hevur løgreglan áður sagt, at fleiri enn 100 fólk arbeiða við málinum, og løgregluøkið hevur eisini fingið hjálp úr øðrum økjum í Noregi, umframt at FBI og persónar uttan fyri løgregluna eisini hava hjálpt til.

 

Tá Tommy Brøske verður spurdur, hvussu leingi ætlanin er at halda ”dampinum” uppi í málinum, sigur kanningarleiðarin, at tað verður so leingi, sum løgreglan heldur tað vera neyðugt.

 

Espen Orud, sum er álitismaður í løgregluøkinum, har Tommy Brøske eisini starvast, sigur, at sjálvandi fyllir málið um horvnu Anne-Elisabeth Hagen nógv, og sjálvandi gongur hetta út yvir onnur mál.

 

- Vit vita tó ikki, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, men Politistýrið (POD) noyðist skjótt at minka um væntaninar í okkara øki, tá ræður um onnur sløg av revsimálum, um vit ikki fáa meira at arbeiða við, sigur álitismaðurin.

 

Espen Orud leggur aftrat, at tað eru rættiliga mong, sum arbeiða við málinum um Anne-Elisabeth Hagen, og fólk kenna seg troytt og eru undir stórum arbeiðstrýsti. Sambært VG er Politistýrið (POD) í tøttum sambandi við nevnda løgregluøkið, har politimeistarin hevur biðið um fleiri pengar at arbeiða við.

 

Enn hava hvørki familja, advokaturin hjá familjuni, ei heldur løgreglan fingið nakað prógv frá møguligu ránarunum um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Frægasta vónin í løtuni er, at eingin heldur hevur fingið nakað prógv fyri tí øvuta – at ríkmanskonan ikki er á lívi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her