Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 15.04.2018 (07:25)

Yvir 100 doypt við »drop in-dópi« í Keypmannahavn

Tey standa í kø uttan fyri kirkjurnar í Keypmannahavn fyri at verða doypt.


Síðani í heyst hava tey havt eina royndarskipan í Vesterbro sókn, drop in-dóp.

 

Seinast var í gjár, tá ikki færri enn 42 keypmannahavnarar upp á timm tíma fingu vælsigning Guds.

 

Tað er triðju ferð, at hildnir verða slíkir »drop in-dópar« í sóknini, og hvørja ferð hevur tað verið sera væl eydnað. Fyrstu ferð komu 34 fólk og í desember, tá slíkir dópar vóru síðstu ferð, og tá dyrnar stóðu á víðan vegg og urganfór at spæla í Eliaskirkjuni, møttu 46 fólk. Tí er ætlanin at halda fram við skipanini:

 

– Vit síggja ein stóran tørv á at verða doyptur á henda hátt, sigur Ulrikka Peteresen, samskiftisstarvsfólk í Vesterbro Sogn við TV 2 Lorry.

 

– Motivatiónin hjá fólki er ymisk. Men hjá mongum er hetta lættari, tí tey kenna, at tað er meira óformelt, sigur hon.

 

– Nøkur vaksin halda, at tað kann var nakað nogv at tí góða at seta seg í samband við prest fyri at siga, at nú vilt tú doypast.

 

Tá skalt tú trína ov nógv fram. Fleiri kenna tað eisini soleiðis, at tey eru noydd til at halda eina stóra veitslu. Harumframt tiltalar felagsskapurin við ein drop in-dóp hjá nokk so nógvum fólkum, greiðir Ulrikka Petersen frá.

 

Talið at limum í Københavns Stift, sum fevnir um Keypmannahavn, Frederiksberg, Tårnby, Dragør og Bornholm, er fallið støðugt seinastu 25 árini. Hinvegin er talið av vaksnum, sum vilja doypast, hækkandi.

 

Í 2012 vórðu 201 fólk yvir 18 ár doypt. Í 2016 var talði hækkað til 277.

 

tv2lorry.dk/artikel/koe-i-kirken-over-100-koebenhavnere-er-nu-doebt-ved-drop-daab

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her