fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.06.2017 (22:10)

Yvir 3000 flóttafólk bjargað hetta vikuskiftið

Seinastu tveir dagarnar eru yvir 3000 flóttafólk tikin upp í miðalhavinum og førd til Italia. 900 teirra eru bjargað nærhendis Libya. Tað veit Ritzau at siga í kvøld.

 

 

Italskir myndugleikar bjargaðu í dag umleið 800 fólkum, sum vóru í smáum bátum í miðalhavinum, við einari vón um at sleppa til Evropa. 

 

Tey nógvu flóttafólkini vóru á seks ymiskum bátum og vórðu bjargað undir seks ymiskum bjargingarætlanum. Fyrr í dag søgdu italskir myndugleikar, at áleið 2500 fólk eru funnin í miðalhavinum síðani fríggjadagin. 

 

Hjálparfyritøkan læknar uttan mørk søgdu fríggjadagin, at tey høvdu bjargað einum fullum gummibáti av menniskjum, sum vórðu ræðslusligin. 

 

Síðani á nýggjárinum eru 1800 fólk deyð í royndini at sleppa úr Norðurafrika og til Evropa. Libysku myndugleikar søgdu í dag, at seinasta døgnið hava tey tikið 900 fólk uttan fyri strendurnar í Libya. Hesi vóru í fimm gummibátum og einum træbáti.

 

Ein av gummibátunum var holutur og tætt við at søkka, meðan træskipið ongan motor hevði, greiða myndugleikarnir frá. 

 

Menniskjasmuglarir hava tikið sær dælt av tí ruðuleika, sum byrjaði í Libya eftir at leiðarin Muammar Gadaffi fall í 2011. Hesi hava tjent nógvar pengar upp á at senda flóttafólk til Evropa í søkkandi bátum. 

 

 

/ritzau/