fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 9.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.01.2017 (12:01)

Yvirlækni: Óvanliga nógv spýggisjúka í ár

- Tað er ikki óvanligt, at spýggisjúka herjar um veturin. Men tað hevur verið meira enn vanligt í ár, sigur Shahin Gaini, yvirlækni.

 

 

 

Tey flestu hava ivaleyst heilsa upp á spýggisjúkuna nú í vetur, antin persónliga ella í nærumhvørvinum.

Tað er ikki óvanligt um vetrartíð, at spýggisjúka og aðrar líknandi sjúkur gera um seg í myrku tíðini. Men í ár hava vit verið óvanliga hart rakt av spýggisjúkuni, heldur Shahin Gaini.

 

 

- Tey allarflestu koma ikki inn á sjúkrahúsini, tá ið tey hava spýggisjúku so vit hava eingi hagtøl upp á tað. Men mín fatan er, at vit hava verið harðari rakt í ár enn undanfarin ár, sigur Shahin Gaini og heldur fram.

 - Um jóltíðir lógu ótrúliga nógv sjúk í tríggjar, fýra dagar við spýggisjúku, sigur hann.

 

 

Spýggisjúkan smittar óvanliga illa, men ráð eru fyri at sleppa undan.

 - Tað er ringt, men sera gott reinføri kann bjarga summum undan sjúkuni. Og veitst tú familjulimir eru smittaðir, lat so vera við at vitja tey, sigur Shahin Gaini.

 

 

Vanligt er, at ein familja verður smitta og so eru tey sjúk kanska í eina viku samanlagt.

-Eftir tað verða tey fyribils immun móti spýggisjúku og sleppa kanska undan í trý ár, sigur Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.