Yvirlit: Halt eyga við hesum á týska valinum

Innflytarakritiskur flokkur og sofaveljarar kunnu fáa týdning á týska valinum í dag. Yvir 60 milliónir týskarar kunnu í dag velja til Samveldisdagin.

Innflytarakritiskur flokkur og sofaveljarar kunnu fáa týdning á týska valinum í dag. Yvir 60 milliónir týskarar kunnu  í dag velja til Samveldisdagin.

 

Her eru fýra viðurskifti, sum kunnu fáa týdning á valdegnum.

 

– Hvør endar í stjórn?

 

Allarhelst megnar Angela Merkel og hennara kristindemokratar CDU at varðveita valdið, men ógreitt er, hvussu týska stjórnin fer at síggja út.

 

Treytað av valúrslitinum kann talan verða um, at núverandi sonevnda stórsamgongan heldur fram. Í henni eru CDU, systurflokkurin CSU og javnaðarflokkurin SPD.

 

Ein annar møguleiki er, at Merkel fer saman við liberala flokkinum FDP ella Teimum Grønu – kanska fara tey øll saman og gera eina sokallað Jamaica-stjórn.

 

– Hvussu klárar innflytarakritiski flokkurin seg?

 

Alternative für Deutschland (AfD) stendur til at koma inn í Samveldisdagin sum fyrsti høgranationalistiski flokkur í Týsklandi eftir kríggið.

 

Hinir flokkarnir vilja ikki samstarva við AfD, sum er kendur fyri sín harða retorikk og serliga hevur ført valstríð fyri at finnast at innflytarapolitikkinum hjá Merkel.

 

Í fleiri veljarakanningum stendur AfD til at verða triðstørsti flokkurin eftir CDU og SPD. Um tað hendir – og um CDU og SPD aftur fara í stjórn saman – kann AfD gerast størsti andstøðuflokkur.

 

– Hvussu nógv verða heima á sofuni?

 

Valluttøkan í Týsklandi er nógv lægri enn hjá okkum. Á síðsta vali í 2013 atkvøddu 71,5 prosent av týskarunum. Tað merkir, at tað eru stórir møguleikar, um flokkarnir megna at fáa sofaveljarar á val.

 

Valluttøkan verður – halda serfrøðingar – hægri á hesum valinum, og tað er millum annað tí, at AfD megnar at fáa veljarar upp úr sofuni – at fáa fólk á val, sum vanliga ikki fara á val.

 

Nógv av teimum, sum siga, at tey fara á val, taka ikki støðu fyrr enn á sjálvum valdegnum.

 

– Klárar SPD upp um 23 prosent?

 

SPD fekk í 2009 eitt søguliga vánaligt val við bara 23 prosentum av atkvøðunum – eftir at hava sitið í stjórn saman við Merkel.

 

Spurningurin er, um javvnaðarflokkurin hesaferð fer at klára seg enn verri. Um SPD endar undir 23 prosentum, verður tað trupult hjá flokkinum at sannføra baklandið um, at flokkurin aftur skal í stjórn við Merkel. Samstundis verður spurnartekin sett við, um Schilz kann halda fram sum formaður.

 

Eitt vánaligt úrslit hjá SPD kann vera enn ein ósigur fyri javnaðarflokkar í Evropa, sum eru farnir aftur á valum í millum annað Frankaríki og Hollandi.

 

Keldur: Die Zeit, Berliner Morgenpost, Süddeutsche Zeitung.

/ritzau/