Yvirlit: Hetta vita vit um spreingingarnar í Manchester Arena

Tað var ein konsert við amerikonsku sangarinnuni Ariana Grande í Manchester, sum endaði sum ein vanlukka.

 

Brádliga hoyrdust tveir hvøllir brestir undir konsertini. Seinni er váttað at fleiri fólk eru deyð, upplýsir løgreglan.

 

Hetta vita vit higatil:

 

– Løgreglan í Manchester skrivaði á Twitter stutt eftir klokkan 01, at minst 19 fólk eru deyð, meðan minst 50 eru særd. Bjargingarfólk í Manchester upplýsa sambært The Guardian, at tað neyva talið er 59 særd.

 

– Enn er ógreitt, um spreingingarnar ella panikkurin, sum stóðst av hesum, hava verið høvuðsorsøkin til, at so mong eru deyð.

 

– Fyrstu óváttaðu tíðindini um tilburðin komu stutt eftir klokkan 21:45. Enn er ikki váttað, at tað er talan um eina spreinging.

 

– Bretska løgreglan upplýsir fyri BBC, at hendingin verður kanna sum ein møgulig yvirgangsatsókn.

 

– Stutt eftir klokkan 1 sprongdu bumburuddarar eina bumbu við Cathedral Gardens. Tað vísti seg tó at klæðir, sum onkur hevði lagt eftir seg.

 

– Bretski forsætisráðharrin, Theres May, hevur kallað inn til serligan trygdarfund klokkan 9 í morgun.

 

– Tokruturnar frá Victoria Station í Manchester eru stongdar og avbyrgdar, eins og øll tok eru avlýst, sigur jarnbreytarfelagið National Rail á Twitter.

 

– Allir vegir ímóti arenaini  eru stongdir av løgregluni, skrivar tíðindastovan dpa.

/ritzau/