fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.11.2017 (10:32)

Yvirlit: Málið um kavbátamannin og dripna journalistin

Peter Madsen, skuldsetti maðurin í málinum, hevur undir avhoyring viðgingið, at hann hevur sundurskilt kroppin hjá Kim Wall, journalisti. Men hann noktar tó at hava dripið hana.

Morðákærdi Peter Madsen situr fyribils varðhaldsfongslaður fram til 13. desember. Málið, sum hevur skapt stóra undran í londunum kring okkum, er her greitt frá í tíðarlinju.

 

- Hósdagin 10. august klokkan 19.00 fara Peter Madsen og svenski journalisturin Kim Wall saman avstað í heimagjørda kavbátinum UC3 Nautilus. Saman seta tey kós móti Refshaleoynni í Keypmannahavn.

 

- Náttina til fríggjadag verður Kim Wall meldað sum saknað av sjeiki hennara. Wall var ikki afturkomin frá kavbátatúrinum, hóast hon átti at vera komin heim hósdag.

 

- 11. august verður kavbáturin umsíðir funnin í Køge Bugt. Kavbáturin byrjar at søkka og Peter Madsen verður bjargaður. Hann sigur, at eitt brek í kavbátinum fær bátin at søkka.

 

- Løgreglan sigur, at Madsen skal hava greitt frá, at Kim Wall var farin í land á Refshaleoynni.

 

- 12. august verður Peter Madsen varðhaldsfongslaður fyri óviljað manndráp við serliga skerpandi umstøðum.

 

- Náttina til 13. august verður kavbáturin førdur á land, og kanningarnar av bátinum byrja. Løgreglan sigur, at kavbáturin sakk orsaka av uppíblanding og ikki tekniskum breki. Løgreglan sigur, at tey halda Kim Wall vera deyða.

 

- 21. august sigur løgreglan, at Peter Madsen hevur greitt frá, at Kim Wall doyði umborð á kavbátinum orsaka av einum óhappi. Hann slapp sær seinni av við líkið. Seinnapartin boðar ein súkklari frá, at hann hevur funnið líkið av einari kvinnu í vatninum við Vestamager. Seinni saman dag váttar løgreglan, at tey hava funnið ein kropp uttan høvd, armar og bein.

 

- 22. august sigur løgreglan, at armar, høvd og bein eru burturbeind við at onkur hevur skorið tað av. Løgreglan sigur eisini, at DNA kanningin vísir, at talan er um Kim Wall. Somuleiðis sigur løgreglan, at blóðspor frá kavbátinum passa saman við DNA kanningunum av kroppinum.

- 24. august er Peter Madsen aftur til avhoyringar hjá løgregluni. Her verður hann ákærdur fyri ósømiligan atburð við einum líki. Madsen játtar seg sekan í at hava jarðað Kim Wall í sjónum eftir at hon doyði, tá ið hon fekk eina lúku í høvdið. Men hann noktar seg sekan í at hava sundurskilt kropp hennara.

- 5. september verður varðhaldsfongslingin longd við fýra vikum. Nú er Peter Madsen ákærdur fyri dráp og ósømiligan atburð við líki. Rætturin heldur, at tað er grundaður illgruni um, at hann er sekur í báðum.

- 3. oktober leggur ákæruvaldið fram nýggj prógv í málinum eftir at tey hava kannað telduna hjá Peturi Madsen. Hann verður tí varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat.

- 7. oktober sigur løgreglan, at tey hava funnið høvdið og bæði beinini hjá Kim Wall, umframt klæðir hennara í Køge Bugt.

- 12. oktober sigur løgreglan, at kavarar hava funnið eina sag í Køge Bugt nærhendis farleiðina, sum kavbáturin verður mettur at hava verið farin. Tí verður sagin kannað av teknikarum.

- 30. oktober gerst greitt, at Peter Madsen hevur broytt sína frágreiðing um, hvussu Kim Wall doyði. Hetta hendi undir avhoyring 14. oktober. Hann verður somuleiðis ákærdur fyri enn eitt lógarbrot – onnur kynslig samvera enn samlega við serliga skerpandi umstøðum. Peter Madsen noktar seg sekan í nýggju ákærunum, og hann tvíheldur um, at hann ikki hevur dripið kvinnuna.

- 14. oktober sigur sakførarin hjá Peter Madsen, at hann góðtekur at lata varðhaldsfongslingina verða longda.

- Eftir ætlan byrjar rættarsakin móti Madsen 8. mars í 2018 í býarrættinum í Keypmannahavn. Síðsti rættarfundurin á skránni er tann 25. apríl. 

 

 

/ritzau


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her