Yvirvlivdi holocaust – er deyður sum heimsins elsti

Yisrael Kristal var skrásettur í Guinnes metbókini sum heimsins elsti. Nú er hann deyður í Ísrael.

 

Heimsins elsti maður er deyður 113 ára gamal, skriva ísraelskir miðlar.

 

Tað snýr seg um Yisrael Kristal, sum yvirlivdi royndina hjá nazistunum at beina fyri øllum jødum í Evropa, skrivar blaðið Haaretz.

 

Hann var skásettur í Guinnes Metbókini sum heimsins elsti persónur.

 

Nú hann doyði, var bara ein mánaður, til hann hevði fylt 114 ár.

 

– Maðurin, slapp frá holocaust á lívi, Yirsrael Kristal, var elsti maður í heiminum. Yisrael Kristal doyði í dag. Má minnið um hann vera vælsignað, skrivar Jødiska Heimskongressin á Twitter.

 

Yisrael Kristal var føddur í pólsku bygdini Zarnow 15. september í 1903. Tað var ein mánað fyri, at brøðurnir Wright fingu fyrsta flogfarið at flúgva.

 

Hann flutti sum 17 ára gamal til býin Lodz, har hann undir yvirgangsstýrinum hjá nazistunum gjørdist ein partur av eini jødiskari ghetto undir Øðrum Heimsbardaga.

 

Tvey av børnum hansara doyðu í ghettoini. Í 1944 varð hann deproteraður til Auschwitz saman við konu síni. Hon gjørdist offur í týningarleguni.

 

Tá hann slapp í frælsi aftur í 1945, vigaði hann bara 37 kilo. Umleið 1,1 milliónir fólk, tey flestu jødar, vórðu týnd í Auschwitz Birkenau.

 

Yisrael Kristal flutti í 1950 til Ísrael saman við nýggju konu síni. Tey settu búgv í Haifa.

 

Her fór hann undir sama arbeiði, sum áðrenn kríggið – at framleiða góðgæti.

 

Yisrael Kristal náddi ongantíð at halda sína bar mitzwah – jødiska konfirmation – í 1916. Mamman doyði tríggjar mánaðir frammanundan, og pápin var hermaður í russiska herinum, meðan Fyrri Heimsbardagi leikaði á.

 

Í september í fjør – við 100 ára seinkan, fekk hann umsíðir hátíðarhildið bar mitzvah.

 

– Eg kenni ikki loyndarmálið handan eitt langt lív. Eg haldi, at alt er avgjørt úr erva, og vit fáa ongantíð at vita, hví so er, segði hann í fjør.

 

Yisrael Kristal hevur tvey børn, níggju abbabørn og 32 langabbabørn.

 

/ritzau/