Zacharias er farin

Í gjár andaðist trúboðarin Zacharias Zachariassen 82 ára gamal

Í gjár andaðist Zacharias Zachariassen í Norðragøtu. Hann var 82 ára gamal.


Zacharias var í næstan seksti ár trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum. Frá 1958 og trý ár fram var hann undir útbúgving á Moorlands bíbliuskúlanum í Onglandi, og síðani hevur hann virkað í Føroyum og eisini uttanlands.


Umframt at ferðast kring oyggjarnar og halda møtir fekst Zacharias nógv við skrivligt arbeiði. Saman við bróðrinum Flóvini hevði hann Forlagið Leirkerið, sum gevur tíðarritið Leirkerið út. Harumframt gav forlagið eina rúgvu av bókum og bóklingum út. Zacharias skrivaði fleiri bøkur, og forlagið hjálpti nógvum øðrum við handritum og útgávum.


Zacharias hevur yrkt og umsett eina rúgvu av sangum og kórum. Hann var musikalskur og gav fyri næstan seksti árum síðani fyrstu plátuna út. Sangir hjá honum eru at hoyra á útgávum hjá so mongum øðrum.

Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í landinum í morgin, eru longri minningarorð um Zacharias Zachariassen.