Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Fríggjadagin letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir.

 

Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16, og fer Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya at røða.

 

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá.

 

Klassiski guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

 

– Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánað. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa fyrireikararnir.