Leita á in.fo

Barbara Holm 09.08.2018 (14:33)

Zara Larsson er lend

Nú er Zara Larsson, sum skal framføra á Summar Festivalinum í annaðkvøld, komin til landi. 

 

20 ára gamla Zara Larsson vann sum 10 ára gomul svensku Talent-kappingina og gjørdist landskend í Svøríki, men hetta var bert byrjanin til tónleikakarrieruna. Í 2012 gjørdi hon sáttmála við plátufelag, og árið eftir var sangurin Uncover ovast á hitlistunum í norðurlondum. 

 

Síðani kom tað stóra altjóða gjøgnumbrotið. Á sumari 2016 framførdi hon saman við David Guetta sangin This One’s For You, sum var almenni sangurin til EM endaspælið í mansfótbólti. Tá ið hon í fjør kom við útgávuni So Good, hevði hon slóðað so væl fyri sínum tónleiki, at ein sangur fyri og annar eftir gjørdist hitt – sangir sum Lush Life, Never Forget You, I Would Like, So Good, Symphony og aðrir. 

 

Zara Larsson hevur samstarvað við aðrar stjørnur sum Clean Bandit, MNEK, WizKid og Tinie Tempah. Hon hevur sungið til sentanarhátíðina og endahátíðina í EM-kappingini í mansfótbólti, og tá ið Nobel heiðurslønirnar vóru handaðar í fjør, hevði hon framførslu saman við John Legend.

 

Í annaðkvøld framførir hon á Vágsbøi í Klaksvík 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her