Bert 12 lið kappast í endaspælinum. Og vit kunnu fegnast um, at vit hava trý norðurlendsk lið, Danmark, Noreg og Svøríki at heppa á í kappingini.
Liðini kappast fyrst í tveimum innleiðandi bólkum við seks liðum í hvørjum bólki.
Danmark og Spania eru styrkismett ovast av teimum 12 liðunum.
Noreg sum Føroyar vóru í EM-bólki saman við er styrkismett næstovast. Tað undirstrikar hvussu flottur 26-26 javnleikurin hjá okkara monnum móti Noregi var.
Lutakastið verður í París týsdagin, 16. apríl.
Her er styrkismetingin:
Pottur 1 – Danmark / Spania
Pottur 2 – Kroatia / Noreg
Pottur 3 – Ungarn / Týskland
Pottur 4 – Slovenia / Frakland
Pottur 5 – Svøríki / Egyptaland
Pottur 6 – Argentina / Japan
]]>
Hendan frásøgnin um okkara forna skúlaskap í Føroyum hevur inspirerað Mikkjal á Ryggi so mikið, at hann í ørindi 58 og 59 í Brestiskvæði yrkir um frálæruøkini á lærusetrinum hjá Tróndi í Gøtu, við Tróndar egnu orðum:
- 58. Bjóða skal eg teim kostir teir, ið væl mugu eitast góðir, sjálvur vil eg teir fostra upp og læra teir sið og lógir.
- 59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir, skaldamál og søgu..."
Næstan øll hesi evni eru í størri ella minni mun partur av tí, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar í dag: Føroyamálsdeildin stóð fyri fyrstu útbúgvingini “ársskeið í føroyskum”, sum byrjaði, eftir at Setrið varð stovnað í 1965. Har fáast tey m.a. við skaldamál. Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar m.a. at lesa søgu og lóg. Vit hava ítróttarlinju á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini og ítróttargranskara á deildini fyri Heilsu og sjúkrarøktarvísindi, so her er samband millum forna tíð og okkara dagar.
...
Endamálið við lógaruppskoti nr.71, sum landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, hevur borið tinginum, er at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 31 mió. kr. til prosjektering fram til útboð av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.
Eg fegnist um, at vit eru komin hertil, og tað skuldi fyri langari tíð síðani verið gjørt, tí Fróðskaparsetur Føroya er EIN av lyklunum til at Føroyar framhaldandi verða eitt land við atdráttarmegi millum føroyingar, sum eru útbúnir uttanlands og sum vilja arbeiða við gransking og menning her í Føroyum, men fyrst og fremst fyri ungar føroyingar at velja at taka sína útbúgving her heima ella í minsta lagi ein part av útbúgvingini. Harafturat kann Setrið draga útlendsk lesandi og starvsfólk til Føroya eisini.
Tann innihaldsligi parturin, um hvat fyri útbúgvingar skulu vera í Føroyum, er eitt áhaldandi kjakevni, og øll eru ikki samd, um hvussu vit skulu raðfesta útbúgvingar í Føroyum. Tað er ikki hetta, sum beinleiðis er til viðgerðar í dag. MEN, um karmarnir hjá Fróðskaparsetri Føroya ikki verða betraðir nú, so missir Fróðskaparsetrið í stóran mun sína atdráttarmegi – og er hetta longu í ferð við at henda, tí umstøðurnar á summum deildum eru als ikki nøktandi, og tað, at Setrið er so spjatt, er ein stór avbjóðing – ikki bert fyri arbeiðsumstøðurnar, men eisini fyri trivnað hjá bæði lesandi og undirvísarum, granskarum og øllum starvsfólki annars.
Tað var í 2018, at strategisk ætlan fyri Kampus á Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð varð handað táverandi landsstýriskvinnu, Rigmor Dam. Nú er farið at ganga á 6. ári, síðani tilmælið varð handað.
Eg skal tó viðmerkja, at arbeiðið við at gera í stand skúlabygningarnar á Frælsinum er farið í gongd og verður heimilað í aðrari verklagslóg, so tað er ikki so, at einki er hent, hóast eg vildi ynskt, at byrjað varð longu í 2019/2020, tá undanfarna samgonga tók við.
Eg vóni, at tað verður eitt samt løgting, sum gevur Setrinum teir tiltrongdu og neyðugu fysisku karmarnar komandi árini.
...
Fasurnar í prosjekteringini til nýggjan felagsbygning eru hesar: skipanaruppskot, prosjektuppskot, forprosjekt, høvuðsprosjekt, uppfylging (undir bygging) og fakeftirlit (undir bygging).
- Uppfylging og fakeftirlit er ikki partur av hesari løgtingslóg, men vera við í komandi løgtingslóg fyri sjálva byggingina.
- Tað er vert at nevna í hesum sambandi, at sambært viðmerkingunum kann sjálv byggingin ikki byrja, fyrrenn ein samtykt løgtingslóg fyriliggur, ið heimilar landsstýrismanninum at seta gongd á byggingina.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum er tá fyrst at bjóða út byggibúning og byggiplássið og síðani sjálva byggingina. Landsstýrismaðurin sigur tað vera ynskiligt, at byggibúning verður gjørd stundisliga áðrenn útboð av byggingini.
Felagsbygningurin skal vera lestrarumhvørvi, lesisalur, bólkarúm og krókar at hugsavna seg í. Har skal vera felags móttøka, bókasavnstænasta, fjølbroytt undirvísingarhøli og liðiligar samkomuhallir. Felagsbygningurin skal vera skrivstovubygningur hjá meginfyrisitingini hjá Fróðskaparsetrinum, soleiðis at rektari og starvsfólk í felagsfunktiónum kunnu virka har, og fundarhøli og okkurt slag av matstovu skulu eisini rúmast her. So vit tosa um ein sera týdningarmiklan og fjølbroyttan, spennandi bygning, har akademisk vitan kann verða savnað við tí endamáli at samansjóða, skapa trivnað og fyri at gagnnýta synergieffektir, so sum at brúka felagshøli, útbúnað, undirvísarar o.a.
Felagsbygningurin verður umleið 8.000 m2. Og tað er alneyðugt, at fólk, sum hava ella bera rørslu-, hoyri- og sjónbrek, skulu kunna nýta hølini í felagsbygninginum, so tað má støðugt havast fyri eyga í allara prosessini.
Tað er vinnandi prosjektið frá arkitektakappingini í 2023, sum skal byggjast, og tað liggur við sum fylgiskjal nr. 3. Og tað er gleðiligt, at farið er aftur til aldargamlt føroyskt byggisnið at fáa íblástur – har náttura og lendi fáa sera góða rúmd í verkætlanini. At roykstovan, har ein rúgva av uppaling og læring fór fram, og mentan varð flutt frá ættarliði til ættarlið, at hetta rúm er partur av inspiratiónini er bæði spennandi og fjálgt.
Kostnaðurin á 31 mió fyri prosjekteringina fevnir eisini um ráðgeving innan burðardygd, verkætlanarleiðslu, aðra ráðgeving, ókent -prosjektering, málsettar útreiðslur og indeksreguleringar, siga viðmerkingarnar, og tær 31 mió. kr., fella eftir ætlan soleiðis, at 9 mió. kr skulu nýtast í ár (2024), har tær 3 mió. ERU játtaðar í fíggjarlógini fyri 2023, og so ætlandi 22 mió.kr. í 2025 – tá skal prosjekteringin helst vera liðug, so at byrjast kann at byggja nýggja felagsbygningin í 2026.
Tað er tann, sum vann arkitektakappingina, sum eisini hevur vunnið rættin at prosjektera bygningin sum høvuðsráðgevi. Og eg velji at nevna, at tað er Landsverk, sum fær verkætlanina og játtanina at umsita sum byggiharri, vegna landsstýrismannin, sambært viðmerkingunum.
.
Eg skal enda, har eg byrjaði: tað er sera hugaligt og søguliga áhugavert, at maður úr Gøtu ætlandi skal standa fyri prosjekteringini og eftirlitinum – saman við øðrum góðum pørtum, nú vit fara at fyrireika og byggja nýggjan góðan felagsbygning til okkara nútíðar lærusetur í Føroyum, Fróðskaparsetur Føroya. At maður úr Gøtu vann arkitektakappingina – hetta er vakurt – afturat tí gleði, at vit eru komin hertil, at karmarnir um Fróðskaparsetur Føroya veruliga verða raðfestir.
]]>
Bíblian er nógv mest selda og útbreidda bók um allan heim.
Danmark fekk sína Bíbliu longu í 1550, Svøríki í 1541 og Ísland í 1584. Men eftir trúbótina um miðja 16. øld bleiv kirkjumálið í Føroyum danskt, og føroyingar komu sostatt bert at brúka ta donsku Bíbliuna, og ikki fyrr enn 400 ár eftir at brøðratjóðir okkara høvdu fingið Bíbliuna á egnum máli, fingu vit hana.
Tað var Victor Danielsen, ið gjørdi tað bragdið at týða alla Bíbliuna til føroyskt mál.
Um nakrar dagar eru tað 130 ár, síðan Victor Danielsen var borin í heim. Hann var føddur 28. mars 1894 í Søldarfirði, yngstur av sjey systkjum. Faðir hansara, Daniel Jacob Danielsen (1838-1923), føddur í Havn, var sýslumaður har. Mamman, Anna Malena Weihe (1857-1894), doyði á barsilssong, nakrar dagar eftir at Victor var føddur. Ein fastir hansara, Lina, kom í húsið at vera, og hon varð sostatt Victori í móður stað.
Victor fór til Havnar á læraraskúla í 1911 seytjan ára gamal og fekk prógv haðani í 1914. Á læraraskúlanum hevði hann Jákup Dahl til lærara í føroyskum.
Meðan Victor er í Havn, hendir ein kollvelting í lívi hansara. Hann sigur sjálvur, at um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til hansara, og hann fór at ganga á møti í Meinigheitshúsinum. Har væntaði hann sær at fáa hjálp og fekk hana eisini.
Ein maður, sum var honum til stóra hjálp henda veturin og leiddi hann ígjøgnum iva og myrkur, var Viggo Ryving-Jensen, heimamissiónstrúboðari og seinni prestur.
Victor fór nú inn aftur á Skálafjørðin, har hann bleiv lærari í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6-7 mánaðir. Hann gavst við lærarastarvinum og fór so við og við at virka sum trúboðari.
Hann byrjaði við at lesa lestur í skúlanum. Men skjótt fór hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni.
Í mai í 1915 meldaði hann seg úr Fólkakirkjuni, og í 1916 varð hann saman við øðrum doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað kom virki hansara at vera í sambandi við brøðrasamkomurnar.
Victor giftist í 1920 við Henrikku, f. Olsen (1896-1997), sum eisini var úr Søldarfirði. Tey búðu í Søldarfirði til 1928, men fluttu so til Fuglafjarðar.
Victor var ein sera arbeiðshugaður maður, og hann hevði góðar gávur at tala, skriva, yrkja og umseta. Alt sítt lív ferðaðist hann um oyggjarnar, úr bygd í bygd, og helt møti fyri at kunngera gleðiboðskapin. Tað var høvuðsendamál hansara, og alt hansara verk skal síggjast í hesum ljósinum.
Í 1917 týddi Victor sín fyrsta sálm. Og eftir tað varð eitt veldigt skrivligt verk skapt við hansara hond. Um jóltíðir í 1920 kom hin fyrsta sálmabókin út við 85 sálmum, og restina av lívinum, serliga í tríati- og fýratiárunum, legði hann til rættis og gav nógvar sálma- og sangbøkur út. Í 1952 vórðu allir sálmar og andaligir sangir savnaðir í eina bók, ”Songbók Guds Fólks”. Av teimum 1125 sálmunum og sangunum í bókini átti Victor sjálvur knappar 900 týðingar og einar 30 upprunasálmar.
Victor var eisini rithøvundur og hevði stóran tokka til móðurmálið. Hann skrivaði tvær skaldsøgur, ”Aðru ferð” (1927) og ”Nei, lyftið sveik ikki” (1947), og hann týddi eina heila bókarøð, 18 í tali, m.a. bøkurnar ”Pílagrímsferðin” og ”Hin heilagi bardagin”, hjá enska rithøvundinum John Bunyan, og eisini fleiri barnabøkur.
Men tað størsta og merkisverdasta avrikið, Victor framdi, var at týða Bíbliuna til føroyskt mál. Tað var hann, sum gav føroyingum ta fyrstu Bíbliuna á føroyskum máli, og tað er lítil ivi um, at hann við sínum verki skundaði undir, at hin Bíblian eisini varð fullførd og útgivin í 1961.
Victor byrjaði at týða Nýggja Testamenti í 1934, og tað kom út tíðliga á vári 1937. Sama ár kom Nýggja Testamenti í týðing Jákup Dahls eisini út.
Victor fór beinanvegin undir at týða Gamla Testamenti, og á sumri 1939 var hann liðugur. Bíblian skuldi so øll prentast í Oslo, og teir høvdu fingið rættlestur av einum 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan 1947, tá ið farið varð undir at prenta Bíbliuna í Føroyum, og tað var eisini eitt bragd í sær sjálvum. Victor endurskoðaði tá alla Bíbliuna og broytti málið heilt nógv.
Bíblian var liðugt sett á ólavsøku 1948, og kom út tann 19. mars 1949. Hetta var ein søgulig stórhending og hesin dagur ein merkisdagur í Føroya søgu.
##med2##
Hin føroyski Bíbliugrunnurin, sum gav Bíbliuna út, varð stovnaður tann 28. november 1948, og teir, sum myndaðu henda grunn tá, vóru Andrew Sloan, Jógvan Skýlindal, Herluf Arnason, Sigurd Berghamar úr Havn, Victor Danielsen, Fuglafirði, Per uppi í Toft, Søldarfirði, Jens Cl. Isaksen og Theodor við Keldu, Klaksvík, Magnus Debes, Tvøroyri, J.A.Godtfred, Vági og John Poulsen, Vatnsoyrar. Skrivari var Petur Háberg og kassameistari Conrad Joensen, báðir úr Havn.
Henda føroyska Bíblian í týðing Victor Danielsens var hin 189. fullfíggjaða Bíblian í heiminum.
“National Bible Society of Scotland” boðaði frá, at teir høvdu fingið eitt eintal av tí føroysku Bíbliuni, og teir søgdu:
”Hetta er tað eitt hundrað og áttatiníggjunda tungumálið, ið øll Bíblian verður givin út á síðani 1456, árið, tá ið fyrsta prentaða Bíblia, Gutenberg-Bíblian, varð fullførd.”
Fyri bíbliutýðingina og bókmentaliga arbeiði sítt fekk Victor Danielsen heiðursgávu frá Mentanargrunni Føroya Løgtings eftir tilmæli frá formanni grunsins, Rikard Long.
Tá ið bíbliu- og sálmabókaarbeiðið var liðugt, var Victor fyri ein part útslitin, men í fimmtiárunum komu fleiri bøkur út, sum hann hevði týtt, ikki færri enn fýra í 1957.
Góð tvey ár, eftir at Bíblian var komin út, varð hon harðliga álopin, serliga av tveimum prestum. Annar av teimum mælti fólki frá at keypa Bíbliuna, av tí at týðingin var so vánalig – og úrslitið var eitt ógvuliga drúgt blaðkjak, sum vardi í meira enn eitt ár.
Tá ið hugt verður at hesum atfinningum, so mugu vit í dag sanna, at alt, sum bleiv borið fram, er gjørt til skammar.
Hvønn týdning, arbeiði Victors andaliga hevur havt fyri Føroyar, dugir eingin at meta um. Men eingin ivi er um, at alt hansara skrivliga verk og ikki minst bíbliutýðingararbeiðið skundaði undir og var orsøk til, at føroyskt fekk sín rætt í Føroyum.
Tey seinastu árini var Victor ofta sjúkur, og hann andaðist í heimi sínum í Fuglafirði 2. február 1961, 66 ára gamal.
Jógvan á Lakjuni
]]>
Viktor Helgi Benediktsson skal komandi kappingarár royna seg í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Viktor Helgi skal spæla við HK, ið eins og felagið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik er úr býnum Kópavogi, ið liggur beint uttanfyri Reykjavík.
Í 2017 spældi Viktor Helgi við HK, ið tá spældi í næstbestu íslendsku deildini. Viktor Helgi hevur eisini spælt við Akranesi, við Stord í Noregi, og so hevur hann umframt kappingarárið úti á Argum, eisini spælt fótbólt við einum High School liði í USA.
Hetta verður sostatt á fyrsta sinni, at 25 ára gamli, Viktor Helgi skal royna seg í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
]]>
Hetta upplýsti trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, í dag.
Marwan Issa var næstovastur fyri vápnaðu Hamas-rørsluni, nevnd Qassam-brigadurnar.
Hildið verður, at hann hevði ein týðandi leiklut, tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør.
Hvørki Hamas ella Ísrael hava váttað, at Marwan Issa er deyður í ísraelskum loftálopi.
Ísraelski herurin hevur áður sagt, at hin 59 ára gamli kundi vera dripin í álopinum.
Ávísin, Haaretz í Ísrael, hevur áður sagt, at Marwan Issa í minsta lagi varð álvarsliga løstaður í álopinum.
Nú veit so trygdarráðgevin hjá Joe Biden, Jake Sullivan í dag at siga, at Hamas-leiðarin er deyður.
##med2##
]]>
Tað var í 2005, at hann á fyrra sinni tók við sum stjóri. Hann segði seg úr starvi í 2015 fyri at taka við sum stjóri í Post og Tele, grønlendska post- og telefonverkinum.
22. september í fjør boðaði nevndin í Føroya Tele frá, at avloysarin hjá Kristiani R. Davidsen í 2015, Jan Ziskasen var farin úr starvi, og søkt varð eftir nýggjum sjtóra.
8. november boðaði Føroya Tele frá, at nýggjur stjóri er gamli stjórin, Kristian Reinert Davidsen.
##med2##
Síðsta mánadag tók hann við starvinum aftur sum stjóri á Føroya Tele, og í dag hevði Føroya Tele boðið til móttøku í sambandi við stjórasetanina.
##med3##
Á hátíðarhaldinum hjá Føroya Tele í dag helt landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen røðu, har hann fegnaðist um, at Kristian Davidsen hevði leitað sær heimaftur í stjórastarvið á Føroya tele. Eisini Bjarni Arnaston, nevndarformaður, beyð honum vælkomnum, eins og William Joesnen, sum hevur verið fyribilsstjóri seinasta hálva árið síðani Jan Ziskasen fór úr starvi.
##med4##
Kristian R. Davidsen nevndi millum annað, at hann ikki er tann fyrstu stjórin, sum kemur aftur í starvið hjá Føroya Tele. Hann hevði kannað søguna og sæð, at Louis Zachariasen hvði verið stjóri í tveimum skiftum frá 1936 til 1948 og aftur frá 1950 til 1952. Hann nevndi eisini, at Eskild Christiansen hevði eisini verið stjóri í tveimum umførum, frá 1948-50 og frá 1952 til 1978, seinastu 10 árini saman við Sólbjørn Jacobsen.
##med5##
Her kunnu vit leggja afturat, at Louis Zachariasen var landsstýrismaður í fyrsta landsstýrinum, um boðandi Sjálvstýrisflokkin. Fyri hann hevur Eskild Christiansen røkt starvið. So í báðum teimum førunum var tað ein landsstýrissessur sum gjørdi, at bæði Louis og Eskild vóru stjórar á Telefonverkinum í tveimum umførum.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
]]>
Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand hevur longu avdúkað fyri donskum miðlum hvør málverji kemur at verja málið móti Føroyum.
Ein freistast at skriva, at tíverri verður tað ikki Kasper Schmeichel sum skal verja danska málð, tí Føroyar skora altíð ímóti einum Schmeichel-málverja, tá Føroyar spæla ímóti Danmark á einum leikvølli á Keypmannahavnar-leiðini. Tað gjørdi Klæmint A. Olsen í 2021, og Allan Mørkøre afturi í 1990. Talan er um tvær av teimum bestu landsliðsløtunum nakrantíð hjá okkum trúgvu landsliðsfjepparum.
Kasper Hjulmand ætlar, at fyrrverandi málverjin hjá Brøndby, árini 2018-2021, og núverandi málverjin hjá týska bundesliga-liðnum, Union Berlin, Frederik Rønnow skal verja málið hjá Danmark í venjingardystinum móti Føroyum á leikvøllinum í Brøndby.
Kasper Schmeichel sleppur tó at verja danska málið í venjingardystinum hjá Danmark móti Sveis í Parkini, leygarkvøldið 23. apríl klokkan 19.
31 ára gamli, Frederik Rønnow hevur bert spælt átta A-landsdystir síðani debutina í 2016, og tí heldur Kasper Hjulmand, at tað er hóskandi, at Frederik Rønnow verjir málið í dystinum móti Føroyum.
Kasper Schmeichel fyllir 38 ár í november, men Kasper Hjulmand heldur, at veteranurin hevur enn dygdirnar sum krevjast fyri at verja danska málið, hóast onkrir danskir fótbóltsmiðlamenn eru byrjaðir at seta spurnartekin við Kasper Schmeichel.
]]>
Próstur røkir fleiri uppgávur biskupsins vegna, t.d. viðurskiftini hjá prestunum. Hann tekur sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. Hann skal menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í tráð við eftirspurningin í samfelagnum.
Eitt annað mál, ið embætisliga er próstsins burturav, er at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.
– Próstur er fyrst og fremst – eins og dómpróstur og biskupur – prestur. Okkara kall er at boða evangeliið um Jesus Krist menniskjum til signingar og Guði til heiðurs, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.
]]>
Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið umsitur Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.
Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis farsóttarøkið við støði í farsóttarlógini og kunngerðum við heimild í farsóttarlógini.
Arbeiðsuppgávur
• Fyrisiting innan tey málsøki, sum Fólkaheilsustýrið varðar av.
• Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
• Fyrireiking av málum til støðutakan eftir galdandi lóggávu
• At veita leiðslu og starvsfólkum í Fólkaheilsystýrinum ráðgeving og vegleiðing
• Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringssvar í sambandi við broytingar á farsóttarøkinum.
• Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við farsóttarlógina.
• Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur
Førleikakrøv
• Løgfrøðiligt kandidatprógv – cand.jur.
• Góð samstarvsevni, ert ábyrgdarfull/-ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Dugir at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
• Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
• Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
• Áhugi fyri fakøkjunum, sum Fólkaheilsustýrið fevnir um
• Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur
Vit bjóða
• Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
• Møguleikar fyri fakligari menning
• Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað
Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður2, 2. hædd í Tórshavn.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast til
Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100-Tórshavn
ella við telduposti til:
Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. Apríl 2024Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella [email protected]
]]>
Landsfelag Pensjónista skrivar, at higartil hava nevndarlimirnir verið valdir fyri eitt ár í senn. Nú skulu teir veljast fyri eitt tvey ára skeið í staðin
Friður verði við tí, sigur Landsfelag Pensjónista, og leggur afturat:
– Men í allar síðsta setningi í hesum sama viðtøkupunktið standa hesi orðini:
”Afturval er loyvt, tó kann nýval ella afturval ikki fara fram, um nevndarvalevnið hevur fylt 70 ár”.
– Tað er her, ketan loypir av fyri okkara viðkomandi, okkum, sum eru pensjónstar, tí tað er ikki er loyvt at gera mismun á fólki, sigur Beate L. Petersen í eini viðmerking, sum felagið hevur sent fjølmiðlunum.
– Hesi orðini hava sambært bankastjóranum í Føroya Banka, Turið F. Arge, staðið har í mong Harrans ár, uttan nakar hevur hugsað um hetta ella hevur funnist at hesum.
Dentur skal leggjast á, at omanfyri nevndi peningastovnur absolutt ikki er einsamallur við 70 ára aldursmarkinum. Støðan er hin sama, tað snýr seg um viðtøkurnar viðv. nevndini hjá Betri Banka og Norðoya Sparikassa, men ikki tá tað kemur til Suðuroyar Sparikassa. Har hava tey einki aldursmark í teirra nevndarviðtøkum longur.
Í Suðuroyar Sparikassa hava tey havt 70 ára aldursmark, men strikaðu tað, tá danska Fíggjareftirlitið avtók kravið um aldursmark fyri nøkrum árum síðani, upplýsir stjórin, Søren L. Bruhn.
– Tíverri hava hinir tríggir føroysku peningastovnarnir, umframt nógvir danskir peningastovnar, framvegis 70 ára aldursmark fyri teirra nevndarlimir, skrivar felagið.
Illgrunin veruleiki
Tað eru bert fáar vikur síðani, Landsfelag Pensjónista sum partur av AGE Platform Europa umvegis limaskap okkara í NSK, Nordisk Samarbets Komite, sendi skriv út um støðuna innan eldraøkið í Europa. Skrivið varð sent út í sambandi við Europa Parlamentsvalið, sum verður dagarnar 6. til 9. juni 2024.
– Vit hava havt illgruna um, at aldursmismunur verður gjørdur á fólki ymsa staðni í samfelagnum. Eisini her hjá okkum.
Fyri tað, um tú hevur rokkið tey 70 árini, er tað ikki tað sama, sum at tú ert eitt gamalt uppslitið lasafar, sum ikki hevur gonguvit. So langt ífrá tí. Hetta eru góð fólk við nógvari orku, nógvum royndum innan øll yrki, við sera nógvum royndum innan bankavirksemi og við respekt fyri pengum, tínum og mínum.
70 ára aldursmarkið skal strikast
At útihýsa fólki frá einum nevndarsessi, bara tí viðkomandi hevur rundað tey 70 árini, er ikki góður siður.
Mismunurin í hesum førinum skríggjar til himmals.
Hann hoyrir ikki heima í einum modernaðum samfelag, sum skal eitast at vera fyri øll, uttan mun til húðalit, trúgv, politikk, avlamin, ung ella gomul.
Landsfelag Pensjónista mælir við hesum skrivi til, at ikki bara peningastovnar í Føroyum, men eisini peningastovnar í okkara grannalondum, á komandi aðalfundum teirra strika setningin við 70 ára aldursmarkinum.
Hetta tilmæli okkara er sjálvandi somuleiðis galdandi fyri aðrar stovnar og fyritøkur.
Landsfelag Pensjónista fer á komandi fundi í NSK í mai í Stockhólmi at vísa á teir skeivleikar, nógvir peningastovnar í grannalondunum framvegis hava í teirra viðtøkum, og fáa okkara NSK-limir at rópa varskó um at fáa hetta strikað, skrivar Landsfelag Pensjónista, sum Beate L. Samuelsen, forkvinna, hevur undirskrivað.
]]>