Kømurini eita eftir varðum

Øll kømurini á nýggja Hotel Brandan hava navn eftir einum ella øðrum varða í Føroyum

Eins og á øðrum gistingarhúsum kring allan heim, so hava kømurini á nýggja Hotel Brandan eitt kamarsnummar. Men harumframt hava kømurini eisini hvør sítt serstaka navn, sum er navnið á einum varða í Føroyum.

Til dømis eitur eitt kamar Rituvíkarvarði, og á vegginum oman fyri seingini inni á tí kamarinum er mynd av Rituvíkarvarða og ein ávísing, sum vísir hvar í landinum varðin er.