Starvsfólk til høvuðskontrollrúmið hjá SEV

Hevur tú dirvi og áræði til at standa við ábyrgdini av elframleiðsluni í meginøkinum í Føroyum?

 

Vit sóknast eftir fólki til høvuðskontrollrúmið hjá SEV, at byrja skjótast til ber. Kontrollrúmið er mannað allan sólarringin. Í verandi løtu er eitt fólk á vakt í senn. Tilsamans 6 starvsfólk eru í toyminum.

 

Starvið

Sum vakthavandi hevur tú ábyrgd av elframleiðsluni í meginøkinum og samansetingini av teimum ymisku orkukeldunum. Tú fært til høldar varandi orkukeldur, og stýrir býtinum ímillum framleiðslu við vindi, vatni, olju og biogassi. Tú hevur samskifti við orkuverkini hjá SEV og aðrar orkuveitarar.

 

Harumframt verður tú sum vakthavandi eisini koblingsleiðari fyri háspenningsskipanina í meginøkinum, og røkir skipanarberandi tænastur. Tú virkar í tvørfakligum samstarvi við viðkomandi deildir hjá SEV, eitt nú Rakstrardeildina, Verkfrøðideildina, KT- deildina og aðrar. Starvsstaðurin er í fyrisitingarbygninginum hjá SEV við Landavegin í Havn.

 

Fyri at kunna røkja starvið, krevst, at tú hevur fulla maskinmeistara­útbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv, ert útbúgvin elinnleggjari, elverkfrøðingur ella hevur aðra eltekniska útbúgving.

 

Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú trívist við at vera einsamallur/einsamøll á vakt ein part av tíðini.

 

Umráðandi er, at tú ert før/ur fyri stundum at handfara støður, sum kunnu krevja at tú varðveitir fokus og yvirlit - eisini í truplum støðum.

 

SEV

Vit bjóða:

 

  • góða og holla upplæring í starvinum sum koblingsleiðari
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørn F. Petersen, leiðara, tel. 286901 ella Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netið, tel. 210464.

 

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: [email protected], og skuluvera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. januar 2021.

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.