Stórur áhugi fyri Norðoyggjum í summar

- Nógv spyrja eftir summarhúsum, og áhugin at leiga seg inn í Gamlagarð í Svínoy hevur verið garrvillur, sigur Jórun Høgnesen á Norðoya Kunningarstovu.

 

Á Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík starvast Jórun Høgnesen, og her umsita tey nøkur av summarhúsunum í Norðoyggjum, men tað eru eisini fleiri summarhús, sum kunnu finnast um Airbnb. - Flestu summarhús, sum vit umsita, eru á Viðareiði. Vit umsita eisini Gamlagarð í Svínoy, sum kommunan eigur. Upprunaliga skuldi hetta vera eitt eldrasambýli. Her eru átta kømur, men pláss er fyri fleiri fólkum við eyka uppreiðing. Gamligarður er soleiðis eitt gott høvi hjá størri familjum ella bólkum, tí vanliga ber til at leiga fleiri kømur, um tørvur er.

Men, Jórun Høgnesen sigur, at í summar er alt øðrvísi, enn tað hevur verið, tí nú vilja føroyingar - í størru mun enn áður - ferðast í egnum landi, og hetta hava tey so sanniliga eisini merkt á Norðoya Kunningarstovu, har eftirspurningurin eftir summarhúsum er rættiliga stórur. - Eitt nú hevur áhugin at leiga seg inn í Gamlagarð í Svínoy verið garrvillur, hóast lutfalsliga lítið er gjørt burtur úr við at kunna um henda møguleika.

Hon vísir á, at Norðoya Kunningarstova hevur eingi summarhús til leigu í Fugloy, men umframt Gamlagarð, eru tvey onnur summarhús til leigu í Svínoy. - Hinvegin eru onkrir ferðavinnuveitarar í Fugloy, og eitt nú hevur borgarstjórin í oynni bed & breakfast, umframt at varaborgarstjórin plagar at skipa fyri vælumtókta tiltakinum, floksmannadagur.

Jórun Høgnesen vísir á, at tað ivaleyst eru fleiri, sum búgva í Klaksvík og í Norðoyggjum annars, ið hava ættarbond bæði í Svínoy og Fugloy, og tað er ikki ókent, at hesi kunnu leiga út til familju, vinir og kenningar, tó at tey ikki leiga út alment. - Tað eru eisini familjur, sum eiga hús í Svínoy og Fugloy, ið vitja út aftur, tá løturnar eru, leggur hon aftrat.

Leiðarin á Norðoya Kunningarstovu ásannar, at í ár eru tað føroyingar, sum spyrja um leigu av summarhúsum, og soleiðis er eisini á Gamlagarði í Svínoy. - Tað eru serliga føroyingar, sum ætla sær til Svínoyar í summar, leggur hon aftrat.

Jórun Høgnesen sigur, at summarhúsini, sum tey umsita á Viðareiði, er eisini nógv umbiðin, men her er pláss eftir mitt í viku í onkrum av húsunum.

Veitarar í Norðoyggjum bjóða ymiskar túrar til gongu og til sjós, og millum útbjóðararnar er eisini Dragin, ið annars verður brúktur sum skúlaskip. - Við Draganum ber til at gera siglitúrar og fiskitúrar, og her er gjarna kokkur umborð, sum bjóðar góða fiskasuppu. Tað eru serliga útlendingar, sum hava brúkt henda møguleika, men nú korona hevur herjað, hevur talið av útlendingum í Føroyum higartil verið fáment.

Spurningurin er so, hvussu verður, nú treytirnar fyri at koma til landið verða broyttar hin 15. juni.

Jórun Høgnesen heldur, at Dragin er ein frálíkur møguleiki hjá føroyingum, sum ynskja at sigla ella fiska. - Vanliga ger skúlaskipið túrar fram við standmyndini av kópakonuni á Kalsoynni og fer runt um Kallin. Millum føroyingar er kópakonan vorðin ein attraktión, men útlendingar hava ikki í sama mun lagt til merkis, at vit nú eiga eina kópakonu í Kalsoynni. Men, tá útlendingar finna út av hesum, vísa teir henni eisini stóran áhuga og vilja síggja frálíku standmyndina, sigur hon.

Kunningarleiðarin væntar at síggja útlendsk ferðafólk seinni í summar, men hon væntar ikki, at hetta verður í sama mun, sum tað annars hevði verið, um heimurin ikki varð raktur av korona. - Í løtuni er eingin smitta í Føroyum, men teir útlendingar, sum fara at koma til landið, vita eisini, at her koma onnur enn tey sjálvi. Tískil er hugsandi, at talið av útlendingum verður minni, enn tað annars hevði verið. Fólk eru jú ikki púrasta trygg við umstøðurnar, tó at vit í Føroyum í løtuni eru smittufrí.

Jórun Høgnesen vísir á, at summi, sum ringja, spyrja, hvussu vorðið er og tykjast ógvuliga varin, meðan onnur slett ikki taka korona upp á tungu. - Jú, vit vænta eitt ávíst tal av útlendskum ferðafólkum, sum tíðin gongur, men vit vænta ikki, at árið í ár fer at líkjast undanfarnu árum. Hinvegin kunnu vit øll fegnast um, at hetta verður eitt summar, har føroyingar í størri mun enn áður fara at ferðast í egnum landi, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu.

##med2##

 

 

 

Jórun Høgnesen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu.