Útivika í Sjóvar Kommunu

Í morgin byrjar útivikan í Sjóvar Kommunu

Frá mánadegnum 1. juni og fram til sunnudagin 7. juni verður skipađ fyri útiviku í Sjóvar kommunu.

Vegna korona eru tíverri fleiri áhugaverd afturgangandi tiltøk ikki á skránni í ár. Av hesum kunnu nevnast gongutúrar við frásøgufólki, grilling og spøl við vøllin, vatnkríggj og annað. Kommunan hevur tó ikki slept hesum tiltøkum heilt og fara, um tilmæli og leiðreglur viðvíkjandi korona broytast, at skipa fyri hesum tiltøkum seinni í summar.

Tað eru tó nógv onnur spennandi og forkunnug tiltøk á verandi skrá.

Sjóvar Kommuna sigur seg vóna, at fólk taka væl undir við tiltøkunum og seta hesar dagarnar av til Útivikuna.

Meira kunning um tey ymisku tiltøkini kemur so líðandi á heimasíðuni www.sjovar.fo.

Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis.