Vilja hava familjur til Havnar at hugna sær

- Vit hava ein hóp av hugskotum um smærri familjutiltøk og summarátøk ymsastaðni í høvuðsstaðnum, sigur Beinta Joensen hjá Visit Tórshavn.

 

 

Tað er ikki bara kring um í Føroyum, at summarið í ár helst verið munandi øðrvísi, enn tað annars hevði verið, um korona-farsóttin ikki kom sum eitt skot og broytti alt. Soleiðis verður eisini í høvuðsstaðnum, har ein stórur partur av útlendsku ferðafólkunum plagdu at savnast.

Flestu ferðamannaskip, sum skuldu koma til landið í summar, eru avlýst - ella skotin út til einaferð seinni. Sjóvegis ferðslan hevur at kalla ligið lamin, og flogferðslan hevur koyrt á lægsta blussi seinastu mánaðirnar.

Broyttu umstøðurnar merkjast soleiðis eisini hjá Visit Tórshavn, har summarið á nógvan hátt verður øðrvísi. Onnur ár hevur kampingplássið Yviri við Strond at kalla verið fult av útlendskum ferðafólki, bæði í mai, juni og juli, men í summar er tað mesta avlýst.

Beinta Joensen hjá Visit Tórshavn ásannar, at hetta verður eitt øðrvísi summar við øðrvísi avbjóðingum og uppgávum hjá kunningarstovuni.

- Men, síðan løgmaður á tíðindafundi herfyri boðaði frá, at Føroyar í ávísan mun fara at lata upp aftur fyri útlendskum ferðafólki hin 15. juni, har krøv ikki longur verða um sóttarhald í Føroyum, er okkurt hent.

Hon vísir á, at Visit Tórshavn seinastu dagarnar hevur fingið nógvar teldupostar frá útlendingum - serliga dønum og týskarum - sum spyrja seg fyri um eitt nú leigu og kampingmøguleikar í høvuðsstaðarøkinum.

- Hetta merkir tó ikki, sigur Beinta Joensen, at summarið ikki verið nógv øðrvísi enn tað annars hevði verið. Okkurt bendir tó á, at nøkur útlendsk ferðafólk framvegis droyma um eina ferð til Føroya í summar.

Hon sigur, at Visit Tórshavn hevur fingið nógvar avlýsingar og broytingar av bíleggingum, har ferðafólk vóna, at tingini fara at laða seg soleiðis, at tey kunnu koma til Føroya seinni í summar. - Men, tað er eisini ein partur sum sigur, at vit síggjast næsta ár, leggur hon aftrat.

Beinta Joensen sigur, at tey í Visit Tórshavn arbeiða við nógvum ymiskum hugskotum um summarátøk, sum tey fara at boða frá, tá hesi eru komin upp á pláss. Hetta eru í fyrsta lagi tiltøk, sum eru ætlað føroyingum, ið vitja høvuðsstaðin, sum eisini hevur so nógv annað at bjóða.

- Vit hava ein hóp av hugskotum um smærri familjutiltøk ymsastaðni í høvuðsstaðnum, og eitt av hugskotunum er at grilla og kanska hava onkrar smærri familjukappingar á kampingøkinum Yviri við Strond.

Hjá Visit Tórshavn hava tey nú ein annan ”hatt” á høvdinum, har hugsað verður um føroysk ferðafólk, og hvat høvuðsstaðurin kann bjóða føroyskum familjum, sum hava hug at leita sær av bygd og til Havnar.

- Vit vilja hava føroyingar at ferðast til Havnar, bæði børn og vaksin, og vit fara í næstum at siga frá ymiskum møguleikum í hesum sambandi. Bæði á gastronominska økinum og mentanarliga økinum hevur høvuðsstaðurin nógv at bjóða, sigur Beinta Joensen.