Løgtingsmaður sendur í skiftirættin

Felagið hjá Hanus Samró, løgtingsmanni Fólkafloksins, Sp/f Ó, varð í gjár sent í skiftirættin.

 

Felagið, sum hevur til endamáls at fáast við virksemi innan undirhald, tænastur til lesandi, forritan, keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi, var stovnað 15. apríl í 2011 við 125.000 krónur í partapeningi.

 

Hjá Skráseting Føroya er felagið bólkað undir vinnugreinii »Skemtanir annars«.

 

Hanus Samró eigur felagið saman við Rógvi Fróða Mikkelsen, sum eisini er stjóri í felagnum.

 

Sambært kunngerð frá Skráseting Føroya í gjár varð stjórin í felagnum koyrdur frá, og Føroya Skiftirættur er komin inn sum stjórn í felagnum. Tað er vanlig mannagongd, tá feløg verða koyrd á húsagang.

 

Í fjør lat felagið inn roknskapi fyri fyrsta roknskaparárið 2011, og tá var úrslitið eitt hall upp á 62.000 krónur. Hvussu støðan er í felagnum nú er ikki greitt, tí roknskapurin er ikki kunngjørdur millum innkomnu roknskapirnar hjá Skráseting Føroya.

 

Heimasíðan hjá »Ó« SÆST HER