Flott úrslit hjá Gudmundi í Las Vegas

Hann gjørdist nummar 18

Gudmundur Joensen úr Hoyvík hevur enn einaferð gjørt vart við seg.

 

Hesaferð til heimsmeistaraskapið í Ironman, sum hevur verið í tí kenda amerikanska býnum, Las Vegas.

 

Talan gjørdist um eitt flott 18. pláss til Gudmund. Samlaða tíðin gjørdist 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund.

 

Gudmundur brúkti 27 minuttir og 39 sekund um svimjingina, 2 tímar, 30 minuttir og 53 sekund um súkklingina og ein tíma, 28 minuttir og 52 sekund um renningina.

 

At ein føroyingur er millum heimsins 18 bestu í HM í Ironman kunnu vit bert fegnast um, og in.fo ynskir Gudmundi tillukku við tí góða avrikinum.