Mentanarvirðislønirnar handaðar

Tórshavnar býráð hevur fyri løtu síðani handað M.A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik.

Tórshavnar býráð hevur fyri løtu síðani handað M.A. Jacobsens virðirlønir fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Harumframt eru eisini tvær barnamentanarheiðurslønir.

 

Tað var Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, ið bjóðaði vælkomin, og síðani sang Tórshavnar Kamarkór tríggjr sangir.

 

Síðani var sjálv virðislønarhandanin fyri, og fyrst var tað M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir, ið Katrin Óttarsdóttir fekk.

 

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir fekk Poul Jespersen, meðan Turið Sigurðardóttir fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik.

 

Síani vóru tvær barnamentnarheiðurslønir handaðar, onnur til Rakel Helmsdal, og hin til Hilmar Joensen.

 

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, ið handaði virðislønirnar, ið allar vóru á 35.000 krónur.

 

Næmingar úr Tórshavnar Kommunuskúla sungu og spældu, áðrenn bjóðað var til ábit og drekka.