Heiðursmerki nr. 14 hjá Hera

Oyggjaleikir: Í gjárkvøldið eydnaðist 45 ára gamla Hera Ziska at vinna bronsu í klingruvarpi, tá hann rakk út á 39,77 metrar og tí var fýra-fimm metrar framman fyri teir næstu í røðini.

Genro Paas av Saarema vann gull við 46,31 metrum og Erik Larsson úr Gotlandi silvur við 43,34 metrum.

Hetta eru annars tólvtu oyggjaleikirnir hjá Hera, sum fyrstu ferð var við í Føroyum í 1989, og síðani hevur verið við allar ferðirnar, uttan í 1991, tá honum barst frá vegna skúlagongd.

Bronsumerkið í gjárkvøldið var fjúrtanda heiðursmerki hjá Hera øll hesi árini, og av teimum hava tvey verið úr gulli – í 1999 og 2003. Harumframt hevur hann vunnið silvur tríggjar ferðir og nú bronsu níggju ferðir.