07 Vestur hongur í

1. DEILD: Tað eydnaðist favorittunum at vinna á Skála

Hóast tap í Klaksvík síðsta leygardag, so er møguleikin hjá 07 Vestur at flyta upp ikki burtur, og eftir 3-2 sigur á útivølli á Skála í kvøld, er vónin bjartari.

Skála var tvær ferðir á odda í fyrra hálvleiki. Bara ein lítil løta var farin, tá ið Leivur Zachariasen eftir horna legði heimaliðið framum. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið 07 Vestur javnaði til 1-1. Niels Mouritsen var málskjútti.

Fýra minuttir undan steðginum legði Skála seg framum aftur. Hesa ferð skoraði Jan Ingason Hansen.

Tólv minuttir eftir steðgin javnaði 07 Vestur eftir hornaspark. Málskjútti var Sølvi Egilsson, sum eftir horna og útfrá og nýtt innlegg skoraði.

Leivur Zachariassen sendi við frísparki bóltin í innarusíðu í stólpanum aftanfyri Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum, tá ið støðan var 2-2. Níggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað 07 Vestur at skora sigursmálið. Málskjútti var liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen, sum umsetti brotsspark til mál og 3-2 sigur.

07 Vestur hevur nú 44 stig og er trý stig aftanfyri KÍ, sum í kvøld eigur heimavøll ímóti NSÍ.

Skála hevur 27 stig.

Í 26. umfari, sum verður annan leygardag, skal 07 Vestur spæla í Gundadali ímóti B36, og Skála eigur heimavøll ímóti NSÍ.