07 Vestur sett styrkivenjara – venjarar halda fram

Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar

Mynd: (Facebook/Pól Hendrikur Andreasen)

Mynd: (Facebook/Pól Hendrikur Andreasen)

Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar, boðar 07 Vestur frá á heimasíðuni hjá felagnum.

- Í áhaldandi strembanini at bjóða alsamt betri venjingarumhvørvið og møguleikar til ung og vaksin, hevur 07 Vestur sett Pól Hendrik Andreasen sum styrkivenjara. Pól Hendrikur er nýútbúgvin av Salford University í Manchester innan "Sport Rehabilitation", sum er ein sameining av styrkivenjing og fysioterapi við serligum atliti til ítrótt og skaðafyribyrgjan, skrivar felagið á heimasíðuni.

Nýggi styrkivenjarin skal arbeiða saman við teimum vaksnu, umframt ungum niður í U13-deildirnar. Harafturat skal hann veita fysioterapi til spælararnar, har tørvur er til tess.

Hegga og Jens Erik halda fram

Felagið boðar eisini frá, at Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen halda fram sum fulltíðarungdómsvenjarar hjá felagnum.

- Á ungdómssíðuni hevur 07 Vestur eisini, í longri tíð, gjørt nógv bururúr at hava yrkisvenjarar knýttar at felagnum fulla tíð. Nú er eisini komið uppá pláss, at Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen vera verandi fulla tíð í 07 Vestur komandi árini.

- Hegga heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari, við fullari ábyrgd av ungdóms- og barnaliðum felagsins og øllum venjarum teirra, afturat at hann sjálvur venur ávís lið.

- Jens Erik hevur verið fulla tíð í felagnum í nøkur ár nú, og nýggi sáttmálin er tvey ár. Hann venur fleiri av yngstu liðunum, bæði vanliga fótbólt, men eisini í Futsal, har vit hava fingið sera góð úrslit og fleiri føroyameistaraheiti, skrivar 07 Vestur.fo.

Við fulltíðarvenjarum vísur felagið á, at tað ber til at arbeiða við venjingum alt árið. Eisini um veturin, tá tað ikki er spælandi úti. Vónin í 07 Vestur er, at hetta skal geva góð úrslit í framíðini. Felagið er aftur í bestu deildini. Høvðusvenjari er Heðin Askham.

Mynd: (Facebook/Pól Hendrikur Andreasen)