10 ár síðani minniliga 1-0 sigurin á Russlandi

Hoyr hæddarpunkt og samrøður frá gamla Rás2, og síggj videohæddarpunkt frá 9. juni 2009 tá U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi

U21-landsliðið, ið vann 1-0 á Russlandi á ovara vølli í Gundadali 9. juni í 2009 (Mynd: fsf.fo)

U21-landsliðið, ið vann 1-0 á Russlandi á ovara vølli í Gundadali 9. juni í 2009 (Mynd: fsf.fo)

Ígjár vóru 10 ár liðin síðani tann størsta føroyska U21-landsliðssigurin nakrantíð. Føroyar vunnu 1-0 á Russlandi í EM-undankappingardysti á ovara vølli í Gundadali. Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið longu í fyrsta minutti av dystinum. Bert fáar dagar frammanundan hevði føroyska liðið á sama vølli tapt 0-4 móti Rumenia.

Føroyska liðið sum vann 1-0 á Russlandi 9. juni í 2009 (fsf.fo) :

16. Jóan Pauli Jacobsen
2. Pætur Jørgensen
3. Rógvi Holm
5. Pól Jóhannus Justinussen
10. Christian Restorf Mouritsen
11. Kristoffur Jacobsen
12. Páll Klettskarð
13. Erling Jacobsen
14. Róaldur Jacobsen
17. Jóan Símun Edmundsson
18. Jóhan Ellingsgaard

 

ÓBRÚKTIR LEIKARAR:

1. Teitur M. Gestson

4. Rói Danielsen

7. Rasmus F. Nielsen
8. Franck Poulsen

 

ÚTSKIFTINGAR:

74. min. » 15. Jann Martin Mortensen « 18. Jóhan Ellingsgaard

82. min. » 6. Odmar Færø « 11. Kristoffur Jacobsen

90+4. min. » 9. Øssur Dalbúð « 12. Páll Klettskarð

HER ber til at hoyra hæddarpunktini frá gamla Rás2. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen søgdu frá á Rás2. Jákup Mørk var viðmerkjari. Hoyr samrøðurnar Eirikur í Jákupsstovu og Tróndur Arge gjørdu aftaná dystin, har teir prátaðu við match-vinnaran, Jóan Símun Edmundsson, Heðin Askham, venjara og aðrar U21 landsliðsspælarar.

Her ber til frá YouTube at síggja og hoyra hæddarpunktini frá KVF. Kaj Joensen var frásøgumaður, og núverandi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze var viðmerkjari. Tað er Ivan Eginsson Eysturland, ið hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.

##med2##

U21-landsliðið, ið vann 1-0 á Russlandi á ovara vølli í Gundadali 9. juni í 2009 (Mynd: fsf.fo)

Faroes U21 beat Russia - 1:0!