12 føroysk mál tá Fram fekk javnleik í seinastu løtu

Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen vóru eyðsýndir í dag tá Fram spældi javnleik 29-29 móti Stjørnuni

Vilhelm Poulsen skoraði átta mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál tá Fram spældi javnleik 29-29 móti Stjørnuni í dag

Vilhelm Poulsen skoraði átta mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál tá Fram spældi javnleik 29-29 móti Stjørnuni í dag

Føroyingaliðið í Reykjavík, Fram tók í dag móti Stjørnuni í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Tað endaði við javnleiki 29-29. Stjarnan skoraði til 29-28 tá níggju sekund vóru eftir. Framarnir fóru í álop sum eitt snarljós, og tað eydnaðist Stefán Darra Þórssyni at medda bóltin í málið hjá Stjørnuni beint áðrenn klokkan vísti 60 minuttir, og harvið fekk Fram eitt sera týdningarmikið stig.

Í steðginum var Fram annars á odda 28-14, og stutt undan dystarloki var Fram á odda 27-24 og 28-26, men mundi enda við at standa eftir við ongum, men lukkutíð syrgdi Stefán Darri Þórsson fyri javnleiki beint áðrenn klokkan vísti 60 minuttir. 

Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við átta málum. Sambært Vísir hevði Vilhelm 10 royndir á málið hjá Stjørnuni, og átta av teimum sótu. Rógvi Dal-Christiansen fekk sambært Vísir fýra av fýra málroyndum í málið, so samlað vóru 12 føroysk mál av teimum 29 hjá Fram.

Millum Fram-viðhaldsfólkini verður Vilhelm nevndur "Ville". Tað boðar so sanniliga frá, at viðhaldsfólkini hava tikið hann til sín.

Fram er á áttanda plássið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 10 stigum. Tvey stig eru upp til føroyingaliðið á Akureyri, KA og seks stig eru upp til oddaliðið, FH sum hevur 16 stig.

Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð millum Fram og KA í Reykjavík.

 

 

Vilhelm Poulsen skoraði átta mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál tá Fram spældi javnleik 29-29 móti Stjørnuni í dag