12 Kaito-mál vóru ikki nóg mikið ímóti Sveini og StÍF

Okkaradeildin: Sveinur Justinussen var aftur á vøllinum, men tað vóru yngri leikarar, ið vístu seg best fram

Sveinur Justinussen var aftur á vøllinum fyri StÍF eftir drúgvan skaða (savnsmynd)

Sveinur Justinussen var aftur á vøllinum fyri StÍF eftir drúgvan skaða (savnsmynd)

Okkaradeildin: Team Klaksvík - StÍF 23-27

Team Klaksvík skuldi reisa seg í Klaksvík eftir at hava tapt 43-25 ímóti í Kollafirði sunnudagin.

StÍF kom til Klaksvíkar at spæla sín fyrsta dyst í Okkaradeildini í ár, og tað var við Sveini Justinussen aftur á liðnum, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við skaða síðani fyrstu umførini í farna kappingarárið.

Stórskjúttin og ímyndin av StÍF seinastu nógvu árini sá millum annað 18 ára gamla talentið, Ivan Mrdalo ganga undan við málskjótingini. Ungi strikuleikarin skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki og gjørdi við trimum málum seinastu fýra minuttirnar sítt til at hálvleiksstøðan var 17-10 til StÍF.

Munurin var so mikið stórur at tað var lítil ivi um úrslitið í seinna hálvleiki. Kortini lupu klaksvíkingar hvøkk á strandingar, tá ið munurin minkaði úr 19-11 til 19-16. Men tættari gjørdist dysturin ikki. StÍF fótaði sær og varðveitti munin til dystarenda, tá ið máltalvan vísti 27-23 til StÍF.

Áskoðarar hava verið spent at sæð nýggja leikaran hjá Team Klaksvík, Kaito Nakahodo í ár, og kviki japanski vongurin skjeyt eisini heili 12 mál í kvøld - Harav sjey brotskøst úr sjey royndum.

Hjá StÍF gjørdist 18 ára gamli Ivan Mrdalo toppskjútti við seks málum. Jóannes Prestá og Pætur Ó. Barclay fingu hvør síni fimm mál.

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712554874
2KÍF14325182
3StÍF1272342
4Neistin2555322
5Kyndil12226-40
6VÍF11924-50
7Team Klaksvík24870-220

 

 

Sveinur Justinussen var aftur á vøllinum fyri StÍF eftir drúgvan skaða (savnsmynd)