Liverpool aftur til Istanbul

Lutakast hevur eisini verið til endaspælið í Europa League, har 32 lið eru eftir

Lutakast hevur eisini verið til endaspælið í Europa League, har 32 lið eru eftir. Her er talan um liðini, ið hava vunnið seg víðari úr Europa League bólkaspælinum, og tey liðini, ið blivu nummar trý Champions League bólkinum hjá sær.

 

Millum uppgerðirnar,s um verða á skránni komandi ár er Liverpool móti Besiktas, sum spælir sínar dystir í Evropa á Ataturk leikvøllinum í Istanbul, har Liverpool vann Champions League í 2005.

 

Italska AS Roma møtir hollendska Feyenoord. Bæði hava ríka søgu í evropeskum fótbólti. Saman kann sigast um uppgerðina millum skotska Celtic og italska Inter Milan. Tottenham møtir Fiorentina.

 

Lutakastið:

Young Boys – Everton

Torino - Athletic Bilbao

Sevilla - Borussia Monchengladbach

Wolfsburg - Sporting Lisbon

Ajax - Legia Warsaw

Aalborg - Club Brugge

Anderlecht - Dynamo Moscow

Dnipro - Olympiacos

Trabzonspor - Napoli

Guingamp - Dynamo Kiev

Villarreal - Salzburg

Roma - Feyenoord

PSV Eindhoven - Zenit St Petersburg

Liverpool - Besiktas

Tottenham Hotspur - Fiorentina

Celtic - Inter Milan