13 gullgreipur hanga í HB húsinum

Tað eru 16 ár síðani, at HB síðst vann greipuna, og tá var eingin av teimum á liðnum, sum í dag vóru við til at tryggja HB trettandu greipuna

HB greipuvinnari í 2020

HB greipuvinnari í 2020

Í kvøld varð punktum sett fyri eitt av teimum stóru kappingarárunum hjá HB.

Fyri einum stórum mánað síðani vann HB FM, og í kvøld bar 2-0 sigurin á Tórsvølli ímóti Víkingi við sær, at HB vann steypakappingina og harvið greipuna.

Hetta var 28. ferðin, at HB vann steypakappingina, sum tað hevur verið kappast í síðani 1955.

Tað hevur verið kappast um FM síðani 1942, og síðst í oktober tryggjaði HB sær 24. FM heitið.

HB hevur nú vunnið greipuna – FM og steypakappingina í sama ári – trettan ferðir.

HB vann FM og steypakappingina í 2004 og so ikki aftur fyrr enn í 2020.

Eingin av spælarunum, sum í ár vunnu FM og steypakappingina, vóru við í 2004, og harvið hevur eingin av spælarunum á HB liðnum í 2020 áður roynt at vinna greipuna.

 

HB greipur

1955

1963

1964

1971

1973

1975

1978

1981

1982

1988

1998

2004

2020

HB greipuvinnari í 2020