Hesir fimm byrja inni

Bæði Páll Klettskarð og Klæmint Olsen byrja inni móti Malta í morgin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Klæmint Andrasson Olsen byrjar inni móti Malta

Mynd: (Álvur Haraldsen) Klæmint Andrasson Olsen byrjar inni móti Malta

Tað er pláss fyri bæði Pálli Andrasson Klettskarð og Klæminti Andrasson Olsen, tá føroyska landsliðið í morgin spælir venjingardyst móti Malta á Ta ‘Qali leikvøllinum í Valetta. Tað váttar Lars Olsen fyri Sosialinum í dag.

 

-       Vit koma at spæla við tveimum áleyparum. Bæði Páll Klettksarð og Klæmint Olsen byrja inni. Nú fáa vit so at síggja um liðið klárar at spæla við fýra á miðvøllinum og tveimum áleyparum, sigur Lars Olsen.

 

Klæmint Olsen er toppskjútti í føroyskum fótbólti, meðan Páll Klattskarð, við einum máli færri enn Klæmint í landskappingini, bleiv valdur til ársins áleypara. Tí er talan um tveir menn, sum hava havt eitt gott kappingarár.

 

Føroyski landsliðsvenjarin hevur somuleiðis tikið avgerð um, at Pól Jóhannus Justinussen verður í miðverjuni, tí fleiri av vanligu verjuspælarum hava givið avboð. Hetta gevur gevur so pláss fyri Christian R. Mouritsen og Daniel Udsen á hvør sínum vongi, leggur Lars Olsen afturat í Sosialinum.

 

Sostatt vita vit hvørjir fimm av teimum ellivu eru, sum byrja inni móti Malta í annaðkvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð, sambært fsf.fo.

 

Hópurin, sum er við á Malta er hesin:

 

Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB

Páll Klettskarð, KÍ

Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ

Erling Jacobsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Dánjal á Lakjuni, ÍF

Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)

Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)

Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)

Jónas Tór Næs, Valur (ISL)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)