14 ára gamli Luitjen skal undirvísa í talvi

Hetta er helst fyrstu ferð, at so ungur telvari fer at undirvísa á einum skipaðum talvskeiði her á landi

Mynd og tekstur: Torshavn.fo

Mynd og tekstur: Torshavn.fo

Havnar Telvingarfelag og Kvøldskúlin hava seinastu tvey árini skipað eitt samstarv um tvey skeið í talvi fyri børn í 1.-7. flokki byrjarar - og eitt fyri 1.-7. flokki vand.

Farna skúlaár vóru 30 næmingar á hesum skeiðunum. Næmingarnir hava telvað í Gulaskúla.

Skeiðini eru so væl umtókt, at tey eisini eru á skeiðslistanum kvøldskúlaárið 2020/2021. 

Helgi Dam Ziska, stórmeistari, fer at hava høvuðsábyrgdina, og so fer millum annað 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol at undirvísa.

– Tað er helst fyrstu ferð, at so ungur telvari fer at undirvísa á einum skipaðum talvskeiði her á landi, sigur Tórshavnar kommuna.

Tilmeldingin til Kvøldskúlan byrjar mánadagin 24. august 2020. Faldarin verður borin út í hvørt húsarhald mikudagin 19. august.

Mynd og tekstur: Torshavn.fo