14 føroysk mál í enn einum teprum sigri

Føroyingarnir í Viking hava framvegis fult stigatal eftir at Kjartan Johansen skoraði 12 og var kosin besti leikari

Helgi Hildarson Hoydal skapar pláss á strikuni, og Kjartan Johansen skorar enn eitt mál fyri Viking (Mynd: Nanco Hoogstad - Rogalands Avis)

Helgi Hildarson Hoydal skapar pláss á strikuni, og Kjartan Johansen skorar enn eitt mál fyri Viking (Mynd: Nanco Hoogstad - Rogalands Avis)

Myndin omanfyri er úr dystargrein í norska dagblaðnum, Rogalands Avis. Norska greinin kann lesast við at trýsta HER

Føroyski liðskiparin og føroyski toppskjúttin hjá Viking í Stavanger herja á í stríðnum um uppflyting til bestu norsku mansdeildina.

Sí eisini:

Viking fult stigatal - Kjartan er toppskjútti í deildini

Prát við landsliðsleikarar - metingar frá Claus (FM1)

Kjartan og Helgi framvegis ósigraðir aftaná sjey dystir

Kjartan fekk álit í Stavanger og rindar felagnum aftur (FM1)

https://www.google.com/url?sa=t&rct=j&q=&esrc=s&source=web&cd=1&cad=rja&uact=8&ved=2ahUKEwiu48zH1PPlAhXHRxUIHfJHA2cQFjAAegQIAhAB&url=https%3A%2F%2Fwww.in.fo%2Fitrottur%2Fsport-detail%2Fnews%2Fkjartan-og-helgi-vunnu-grannauppgerd-i-allarseinastu-loetu%2F&usg=AOvVaw2Ha-qaFvIYdhxbPWhw3N33

Kjartan og Helgi vunnu grannauppgerð í allarseinastu løtu - in.fo

Viking spældi sunnudagin ímóti Lillestrøm, ið er at finna í botnstríðnum í norsku 1. deild.

Viking var stórfavorittur, og hevði eisini tamarhald á dystinum.

Helgi Hildarson Hoydal, ið er liðskipari í Viking, skipaði verjuna sum áður, meðan Kjartan Johansen enn einaferð setti fitt av málum í netið.

Men móti dystarenda vóru føroyingarnir og Viking um at tveita trygga sigurin fyri borð.

Málskjótingin hjá Viking steðgaði upp, og munurin tódnaði niður í eitt mál.

Tað eydnaðist kortini oddalinum at halda fast og vinna dystin 24-23.

Liðskiparin, Helgi Hildarson Hoydal stóð fyri tveimum málum. Toppskjúttin, Kjartan Johansen, skoraði 12 mál, harímillum fýra brotskøst, og var enn einaferð kosin besti leikari.

Støðan í norsku fyrstu deild: (handball.no)

Tvey tey ovastu liðini við kappingarenda flyta beinleiðis upp í fremstu norsku deildina, Rema 1000-liguna

NrLiðDVJTMálStig
1 Viking Håndball 9 9 0 0 251 - 221 18
2 Fjellhammer 9 7 1 1 247 - 210 15
3 Nøtterøy Håndball 9 5 1 3 276 - 250 11
4 Falk Horten 9 5 1 3 226 - 224 11
5 Kristiansand Topphåndball 8 5 0 3 209 - 207 10
6 Sandefjord Håndball 9 4 2 3 252 - 242 10
7 Viking TIF 9 3 1 5 262 - 275 7
8 Charlottenlund 9 3 0 6 234 - 239 6
9 Lillestrøm TH 9 2 2 5 244 - 255 6
10 Sandnes 9 3 0 6 246 - 247 6
11 LFH09 9 2 0 7 249 - 274 4
12 Bodø HK 8 1 0 7 201 - 253 2

 

 

 

Helgi Hildarson Hoydal skapar pláss á strikuni, og Kjartan Johansen skorar enn eitt mál fyri Viking (Mynd: Nanco Hoogstad - Rogalands Avis)