15 ára gamla Rakul skoraði sigursmálið

Kvinnur: Tær í NSÍ hava alla orsøk at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig á heimavølli ímóti Víkingi

Í góðveðrinum tíðliga seinnapartin vann Víkingur 3-2 á útivølli ímóti NSÍ, sum her javnar til 1-1 eftir horna úr høgru

Í góðveðrinum tíðliga seinnapartin vann Víkingur 3-2 á útivølli ímóti NSÍ, sum her javnar til 1-1 eftir horna úr høgru

Tíðliga seinnapartin var tað grannauppgerð við Løkina í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av Víkingi.

Víkingur vann 3-2, og einki er at siga til, at tær í NSÍ iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Tá ið tað restaði eitt korter legði Maria Johansen eftir innlegg úr vinstru og við skoti í handara síðunetið NSÍ á odda 2-1. Sjey minuttir frammanundan hevði NSÍ heilt stóran møguleika, men Rúna Olsen, sum annars plagar at vera ógvuliga trygg úr ellivu metrum og øðrum deyðbóltsstøðum, sendi við brotssparki bóltin upp um málið.

Tað restaðu sjey minuttir, tá ið Jensa Tórolvsdóttir javnaði til 2-2, og tað vóru farnir tveir minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið Víkingur skoraði sigursmálið. Í tí støðuni var NSÍ málverjin ikki so heppin. Málskjútti var Rakul Sørensen. Hon er 15 ára gomul, og hetta fyrsta málið hjá henni á besta liðnum hjá Víkingi. Í fjør skoraði hon eitt mál á besta liðnum hjá ÍVB.

Tá ið ein hálvur tími var farin, legði Jensa Petursdóttir Olsen Víking á odda 1-0. NSÍ hevði nógvar góðar støður, og eftir horna úr høgru javnaði Monika Samuelsen til 1-1 sjey minuttir undan steðginum.

Víkingur hevur framvegis ikki tapt. Úrtøkan eftir tríggjar dystir er sjey stig.

NSÍ hevur eftir tríggjar dystir trý stig. NSÍ hevur tapt í Klaksvík og í dag á heimavølli ímóti Víkingi. Tey trý stigini vann NSÍ við 6-0 sigri á Sandi ímoti AB/B71.

Í góðveðrinum tíðliga seinnapartin vann Víkingur 3-2 á útivølli ímóti NSÍ, sum her javnar til 1-1 eftir horna úr høgru