150 spælarar til úrvalsvenjing

Tað bleiv ein serlig og stuttlig seinasta úrvalsvenjing fyri summarsteðgin, tá umleið 150 ungir spælarar úr øllum landinum vóru savnaðir á Tórsvølli í góðveðrinum mikudagin, skrivar Fótbóltssambandið

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Tað bleiv ein serlig og stuttlig seinasta úrvalsvenjing fyri summarsteðgin, tá umleið 150 ungir spælarar úr øllum landinum vóru savnaðir á Tórsvølli í góðveðrinum mikudagin, skrivar Fótbóltssambandið.

Fótbóltssamband Føroya bjóðar hvønn mikudag úrvalsvenjing fyri leikarum í aldrinum 13-14 ár, og nógv var gjørt burturúr venjingini mikudagin, sum var hin seinasta fyri summarsteðgin.

Gentur og dreingir úr øllum landinum vóru savnaði á Tórsvølli, har Ásla Johannesen og René Shaki Joensen, sum bæði eru millum profilarnar á A-landsliðnum hjá ávíkavist kvinnum og monnum, greiddu frá teirra royndum og upp- og niðurtúrum sum fótbóltsspælarar.

Eftir hetta spældu spælararnir túnabóltskapping, har leikararnir á vinnandi liðunum vunnu hvør sína landsliðsblusu.

Tað eru fótbóltsmennararnir og aðrir venjarar við drúgvum royndum, sum skipa fyri úrvalsvenjingunum, sum vanliga eru á Svangaskarði og Tórsvølli hvønn mikudag, og undirtøkan hevur verið stak góð.

Úrvalsvenjingarnar byrja aftur, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.

##med2##

##med3##

##med4##

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Mynd: (Bjarni Enghamar)